Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dagur og vika gav herfyri nakrar sera áhugaverdar upplýsingar um nógv hækkaðu prísirnar, og sera dýru bilarnar í Føroyum í mun til aðrastaðni.

So løgi tað ljóðar, so eru bilarnir í Føroyum hækkaðir rættuliga nógv í prísi í mun til samlaða brúkaraprístalið fyri 2012 - 2023, meðan somu bilar í t.d. í Danmark eru lækkaðir í mun til prístalið í sama tíðarskeiði.

Niðurstøðan av hesi prísgongd er einføld, - innkeypsprísurin á bilum er ikki hækkaður, heldur tvørturímóti.

Tískil kann bara ein logisk forkláring verða uppá uppá ovurhøgu føroysku bilaprísirnar, nevniliga ein støðugt hækkandi vinningur í sama tíðarskeiði!  

Dømi um okursvinning
Dømini uppá hetta vóru rættuliga ítøkilig. Søluprísurin hjá P/F Wenzel fyri ein Volvo C 40 elbil, sambært heimasíðuni  er ikki minni enn kr. 480.000,00.

Tá kannað varð nærri hvat hesin sami bilur veruliga kostar bilasøluni, sum hann stendur við nummarplátum og burturbeiningargjaldi, so er  kostnaðurin 330.000,00 – ergo ein vinningur uppá ikki minni enn kr. 150.000,00 ella svarandi til heili 45,45 %, bert fyri ein einnstakan bil!

Tá so stjórin hjá Wenzel, Rúni Djurhuus, verður spurdur nærri um henda okursvinning, so svarar hann bara arrogant aftur, at ongin bilur verður seldur fyri tað, sum stendur á heimasíðuni.  Tvs., at prísskeltið er ikki eftirfarandi, og ongin skal taka tað fyri fult!

Júst somu viðurskifti gera seg galdandi á Bilasøluni uppi í Hoyvík, har ein VW ID 3 elbilur stendur til sølu fyri kr. 416.000,00. Veruligi kostnaðurin hjá Bilasøluni fyri henda sama bil er sambært Akstovuni kr. 254.000, ella ein vinningur uppá kr, 162.000,00, svarandi til 63,77 %! Hetta er púra og aldeilis óhoyrt innan bilasøluvinnuna aðra staðni í verðini, og má sostatt verða heimsmet!

Manglandi kapping og villeiðandi prísskelting    
Eitt vita vit fyri vist, og tað er, at einasta forkláring uppá, at bilasølurnar kunna kradda sær ein sovorðnan skammleysan profitt burturúr hvørjum føroyingi, sum keypir sær ein bil er, at marknaðurin als ikki er gjøgnumskygdur, og ikki minst, at ongin reel kapping er yvirhøvur, - ella lat hetta seg bart út ikki gera! 

Tá so brúkaraumboðið varð spurt um henda villeiðandi prísskeltingin var í lagi, so var svarið púra greitt, at hetta var brandólógligt, og beinleiðis í stríð við marknaðarføringslógina. Um so brúkaraumboðið fylgir hesum upp, og vísir, at man meinar nakar við tað, sum verður sagt, er so ein heilt annar spurningur. Okkara royndir eru í hvussu eru tær, at slíkt vanliga bara fer aftur við borðinum, sum alt annað í Føroyum.

Kappingareftirlitið kannar eisini málið, sum skilst, men her fer ivaleyst heldur ikki at henda tað stóra, tá hetta misbrúki av eini faktiskari monopolstøðu jú er farið fram í nógv harrans ár uttan, at kappingareftirlitið so frægt, sum hevur rætt  hond frá síðu.

Landskassin fíggjar ódámliga vinningin hjá bilasølunum
Men tað besta, ella rættari sagt versta av tí heila er, at hesir somu borgarar, sum verða “snýttir” á henda hátt av bilsølunum, við egnum almennum skattapengum fíggja henda ódámliga vinning hjá bilasølunum.

Avgjaldsfrítøkan og afturberingin av mvg fyri elbilarnar er nevniliga av naivum sálum í løgtinginum sett í verk, uttan nøkur krøv verða sett um at hesin stuðul veruliga skal koma brúkarunum til góðar við eini rímuligari prísáseting. Lógin gevur nevniliga bilhandlaranum friar hendur til at gera sær dælt av hesi skipan soleiðis, at teir bara kunnu leggja stóran part av sokallaðu afturberingi omaná prísin, so peningurin úr landskassanum harvið meira ella minni bert gerst ein óbeinleiðis stuðul til bilhandlarnar sjálvar.

Hetta hevur heilt eyðsæð ongantíð verið meiningin, og er ikki bara dundrandi órættvíst, men eisini beinleiðis í stríð við anda og intentiónir í samband við almenna stuðulin til sokallaðu grønu umleggingina av ferðsluni í Føroyum.     

Vinningurin tálmast í samband við landskassastuðul
Tískil má politiski myndugleikin nú handla og beinanvegin seta nøkur ítøkilig krøv um prísáseting og hægstamark fyri vinningi,  um landskassastuðul framhaldandi skal verða veittur í samband við sølu av elbilum.

Sett kundi td. verið sum krav, at afturberingin varð treytað av einum maximum vinningi av hvørjum seldum bili og, at t.d. mvg. afturberingin, sum framhaldandi verður góðskrivð keyparnum, bleiv fíggjað av bilasøluni sjálvari um vinningurin fór upp um ásetta markið. Á henda hátt hevði man lutfalsliga lætt og ómakaleyst komið grovasta misbrúkinum til lívs, samstundis sum landið tryggjaði sær, at stuðulin veruliga kom brúkaranum til góðar, so sum tað alla tíðina hevur verið meiningin.

Bjørn á Heygum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo