Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hóast ein aldrandi harri, er Óli P framvegis so ondsfrískur sum nakrantíð. Sterkur í strikuni og rappur í replikkini hevur hann altíð verið, og tað er hann framvegis.

Meistariligi teknarin við eini útbúgving sum tekniskur assistentur úr danska býnum, Randers, var føddur í Klaksvík 24. januar 1936, og fyllir sostatt 85 ár í dag.

Hann hevur tó meginpartin av lívi sínum búð á Skála, har hann flutti í 1964, tá hann fekk arbeiði á Skála Skipasmiðju.

Hansara sergrein innan skipstekningar var at tekna apteringar, ella innrættingar av skipum, sum hann gjørdi í 25 ár, áðrenn skipasmiðjan fór av knóranum seinnapartin av áttatiárunum.

Skipasmiðjan lat tó skjótt uppaftur, og Óli fekk bjóðað at koma í starv aftur, men takkaði nei.

Tá hevði hann av álvara tveitt seg út í at tekna skemtitekningar og aðrar tekningar fyri fyritøkur, stovnar og onnur.

Eitt nú við búmerkjum, myndlýsingum og øðrum myndprýðum.

Til dømis hevur hann teknað Silva hjá Norðoya Sparikassa. Eisini hevur hann teknað bæði frímerki, jólamerki og jólakalendarar.

Eftirspurningurin eftir hansara tekningum var so mikið stórur, at hann sum einki kundi liva av tí.

Tað hevur hann gjørt síðani.

Óli gjørdi seg longu kendan við keiputekningum í væl umtókta Rukkulakkanum, ið klaksvíkingar góvu út undan Norðoyastevnu frá 1957 í eini 25 ár á rað.

Ritið mundi vera tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum við skemtitekningum av serliga klaksvíkingum, men eisini sum viðmerkingar til landspolitiskar støður av ymsum slagi.

Eisini mundi hann vera tann fyrsti, sum gjørdi og gav út eina veruliga teknirøð, sum kallaðist Stavnur og Snar. Røðin varð prentað leypandi í Sosialinum og síðani givin út í bók.  

Frá 1989 og tey næstu 25 árini átti Óli baksíðuna á Sosialinum við eini keiputekning, ið oftani var ein viðmerking til politisku støðuna í landinum.

Tað segðist um blaðið tey árini, at tað varð ”lisið” aftanifrá, tí nógvir lesarar fyrst hugdu á baksíðuni eftir skemititekningini hjá Óla, áðrenn tey vendu blaðnum og hildu fram við forsíðuni og síðani restini av blaðnum.

Hesi árini kom árliga út bók við tekningunum.

Eina tíð teknaði Óli eisini fyri Portalin, og seinastu fimm árini eru tað lesararnir hjá VP.fo, ið hava havt gleði av hansara tekningum, sum lutvíst eisini eru givnar út í bók.  

Føroya størsti og stuttligasti keipiteknari, Óli Petersen, býr framvegis á Skála við konu síni, Susanne Barding, sum er ættað úr Keypmannahavn.

Hann eigur eina dóttir í Havn og tvey abbabørn.

Føðingardagurin verður hildin saman við teimum nærmastu.

VP.fo ynskir Óla P hjartaliga til lukku við føðingardegnum og gleðir seg til enn fleiri skemtitekningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo