Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Kórsamband Føroya hevur í nógv ár tikið stig til og skipa fyri stóra ólavsøkukórinum, sum framførir á tinghúsvøllinum ólavsøkudag eftir gudstænastuna í Dómkirkjuni og skrúðgonguna niðan undir løgtingshúsið, áðrenn Løgtingið verður sett.

Tað verður konservatoriuútbúna, Tóra Vestergaard, ið er ættað av Tvøroyri og búsitandi í Keypmannahavn, sum í ár fer at leiða ólavsøkukórið.

Eftir at hava verið í einum lítlum aldudali fyri nøkrum árum síðani, er føroyskur kórsangur av álvara blomstraður uppaftur. Ikki minst takkað verið kórfestivalinum, sum vanliga verður hildin ein leygardag í apríl við alsamt fleiri luttakandi kórum. Bæði í fjør og í ár leiddi Tóra Vestergaard stóra felagskórið undir kórfestivalinum.

Aðalendamálið hjá Kórsambandi Føroya er at fremja føroyskan kórsang, og høvuðstiltøkini á hvørjum ári eru at samskipa stóra Kórfestivalin um várið og Ólavsøkukórið, ið framførir á Tinghúsvøllinum ólavsøkumorgun. Eisini sær Kórsamband Føroya tað sum eina uppgávu at stuðla útgávum av nótum, ið eru egnaðir til kórsang.

Kórsamband Føroya heitir á allar kórsangarar í Føroyum um at taka væl undir við ólavsøkukórinum og møta til felags venjingarnar, sum fara fram í Læraraskúlahøllini. Fyrsta venjingin verður mikudagin 5. juli frá klokkan 18-21.

Yvirlit yvir venjingar hjá ólavsøkukórinum:
Mikudagin 5. juli kl. 18-21
Sunnudagin 9. juli kl. 15-18
Mikudagin 12. juli kl. 18-21
Sunnudagin 16. juli kl. 15-18
Týsdagin 18. juli kl. 18-21
Hósdag 27. juli (verður avtalað nærri)

Kunning um venjingar og møguligar broytingar verða annars at síggja á Facebook-vangamyndini undir heitinum“Kórtíðindi”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo