Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Umhvørvisstovan hevur nú enn einaferð móttikið eina umsókn frá Spf. Vindrøkt um loyvi til elframleiðslu úr vindorku við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum.

Nærum í óðum verkum, og “mistonkiliga” skjótt eftir, at umsóknin frá Vindrøkt var komin inn tann 15. januar, avgjørdi Umhvørvisstovan at lýsa henda “møguleika” alment til “onnur” at søkja longu tann 27. januar 2021, sambært § 5, stk. 2 í elveitingarlógini.

Í lýsingini upplýsir Umhvørvisstovan nevniliga, at “áhugað” kunnu søkja um “sama” loyvi, 25,2 MW, við freist at søkja 29. mars 2021.

Henda orðing í lýsingini ljóðar skilvís og góð, og er eisini fult í tráð við endamálsorðingina í lógini um fría kapping, og sama møguleika fyri øll áhugað við neyðugum førleika at bjóða seg fram.

Men verður hugt nærri at hesi góðu lýsing, so sæst týðuliga, at lýsingin rætt og slætt er í andsøgn við seg sjálva, og reelt skrivað uppá hvamsvís og móti betri vitandi!

Tað stendur nevniliga orðarætt soleiðis í lýsingini: Tá ið søkt verður um loyvi, sambært omanfyri nevnda, er neyðugt, at umsøkjarin leggur váttan við frá jarðareigara um atgongd til øki, har vindmyllurnar kunnu staðsetast.

Hvør av áhugaðu tilboðsgevarunum fær so neyðugu váttanina frá jarðaeigaranum/festaranum kundi verið spurt?

Tað er sjálvsagt bara ein tilboðsgevari - og tað er Spf. Vindrøkt og ongin annar! Allir aðrir eru av góðum grundum frammanundan bannaðir og útihýstir!

Spf. Vindrøkt er nevniliga í tí serstøðu, at teir hava “yvirtikið” einkarrættin til almenna lendi á Gellingarkletti frá Sigert Patursson festara, sum hesin í síni tíð fekk tiltuskað sær ókeypis frá Búnaðarstovuni í 2005, fyri tíð og allar ævir!

Inhabilitetur?
Og tað besta av tí heila er, at hesin sami Ari Johannesson, sum nú situr sum ráðgevi  á orkudeildini á Umhvørvisstovuni, og skal koma við einum tilmæli um innkomna “einkartilboðið”, til vindmyllulundina  á Gellingarkletti, er júst sami maður, ið sat sum stjóri á Búnaðarstovuni, tá hesi lukrativu almennu rættindini vóru latin sum “gáva” til Sigert Patursson tann 3. november 2005 – ella fyri eina symbolska upphædd uppá kr. 5.000,00 um ári fyri hvørja myllu!.

Tað er sostatt m.a. Ari Johannesson, sum nú skal viðgerða hesa góðu umsókn frá Vindrøkt, sum burturav tekur støði í hansara egnu tilsøgn til Sigert Patursson um, at ongin annar enn hesin privatpersónur nakrantíð skuldi sleppa framat hesum “lendi Føroya fólks” at nýta til elframleiðslu.

Flest øll eru samd um, at henda tilsøgn um privat serrættindini til almenna jørð í sínari tíð varð givin í stríð við allar fyrisitingarligar mannagongdir og siðvenjur. Onki kann rættvísgera eina slíka avgerð, og enn minni var nakað sakligt grundarlag fyri at veita eitt tílíkt serloyvi í eitt óavmarkað tíðarskeið til Sigert og hansara eftirkomarar.

Men henda tvístøða sýnist ikki at gera mun, og sambært Ari Johanneson sær hann fram til at viðgerða innkomnu tilboðini – (tilboðið) - , tá grøna orkuútbyggingin hevur skund, sum hann málber seg ferð eftir ferð – hvør so kann vera ósamdur í hesum?

Tað er ikki serliga torført at ímynda sær úrslitið av eini slíkari viðgerð?

Hvør tosar um objektivitet, og hvussu við habilitetinum hjá Umhvørvisstovuni, tá støða skal takast til monopoltilboðið,  - tað er tað ongin sum spyr um!

Ongin ráðføring
Í § 5, stk. 2, í elveitingarlógini er ásett, at “... áðrenn umsókn verður viðgjørd uttan at lýst er eftir umsóknum frammanundan, skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við SEV.

Í viðmerkingunum til § 5, stk. 2, stendur m.a., at “Fyri at tryggja, at útbjóðingar eru í samsvari við tørvin á elmarknaðinum og við fyriliti fyri tøkniligum avmarkingum er ásett, at landsstýrismaðurin skal ráðføra seg við SEV, áðrenn avgerð verður tikin um at skipa fyri eini útbjóðing.”

At ráðføra seg merkir í hesum føri í stuttum, at eitt samskifti fæst í lag, har SEV fær stundir til at koma við sínum viðmerkingum og ítøkiligu tilmælum til verkætlanina!

Men hvat ger Orkudeildin á Umhvørvisstovuni?

Jú, við skrivi dagfest 15. januar 2021, varð mest sum í óðum verkum biðið um fund við SEV beinanvegin mánadagin, tann 18. januar 2021, at viðgera innlatnu umsóknina frá Vindrøkt um loyvi at seta upp vindmyllur í Hoyvíkshaganum.

SEV skilti, at talan var um ein sokallaðan kunnandi fund, tá onki samskifti hevði verið millum partarnar frammanundan um hesi viðurskifti.

Beint eftir henda kunnandi fundin,  tann 20. januar 2021, boðaði SEV Umhvørvisstovuni frá, at SEV væntaði at hava eina niðurstøðu klára fríggjadagin, tann 29. januar 2020, soleiðis, at SEV kundi koma við sínum viðmerkingum, og ráðføringin harvið kundi fara fram, so sum ásett í lógini.

Men hvat ger Orkudeildin á Umhvørvisstovuni?  Teir velja snøgt sagt at ganga uttanum lógarkravdu ráðføringina við SEV. Tí longu mikudagin, tann 27. januar 2021, almanna-kunngjørdi Umhvørvisstovan lýsing eftir umsøkjarum sambært innlatnu umsóknini hjá Vindrøkt, tvs. áðrenn Umhvørvisstovan í heila tikið hevði móttikið nakrar viðmerkingar/ ráðføring frá SEV til umsóknina!

Eyðsæð er, at hesin framferðarháttur er greitt brot á § 5 stk. 2 í elveitingarlógini, og í stuttum merkir, at lýsingin er ólóglig!

Hóast SEV í fráboðan tann 29. januar 2021, bað Orkudeildina á Umhvørvisstovuni um, at lýsingin longu av hesi orsøk eigur at verða tikin aftur, so kemur tað neyvan nøkrum dátt við, sum kennir bara eitt lítið sindur til føroyskan fyrisitingarsið, at henda áheitan frá SEV verður totalt ignorerað, - og sjálvsagt uttan, at tað fær nakrar avleiðingar fyri nakran sum helst!

Monopol umsókn
Sambært § 5, stk. 3, í elveitingarlógini kann landsstýrismaðurin ikki uttan at “onnur” hava fingið “møguleika” at søkja um sama loyvi, veita loyvi til umsøkjara, sum hevur latið inn eina umsókn uttan at lýst er eftir umsóknum frammanundan.

Positivt vitandi um, at “onnur” ikki hava ella fáa “møguleika” at søkja um sama loyvi á Gellingarkletti vegna tilsøgnina um ekslusivrættindini til Sigert Patursson frá Búnaðarstovuni v/Ara Johannesson, sum stjóra, velur Orkumyndugleikin, við sama Ara Johanneson sum høvuðsráðgeva at senda út eina sokallaða “proforma” lýsing, har - aðrir - eisini verða bodnir at bjóða, væl vitandi, at her - kemur bara – og kann bara - tann eina umsókin koma inn, nevniliga frá Vindrøkt.

Hvør kann annars leggja fram váttan frá jarðareigara um atgongd til økið, har vindmyllurnar kunnu staðsetast, kundi hóskandi verið spurt!.

Hetta er ikki bara í stríð við sjálva orðingina- , men eisini sjálva ætlanina og endamálið við lógini, sum er at skipa fyri fríari kapping, har øll hava sama møguleika og atgongd at bjóða til tess at útvega føroyska elbrúkaranum so bíligan streym, sum møguligt.

Orkumyndugleikin hevur kanska ikki gjørt sær greitt, ella velur kanska tilvitað, at síggja burtur frá tí veruleika, at SEV í seinasta útboðsumfari, hóast útihýst frammanundan av eksklusivavtaluni, gav eitt tilboð uppá eina vindmyllulund við Gellingarklett, sum teir roknaðu út var heilar 100 mio kr. bíligari, roknað yvir 20 ár,  enn tilboðið frá Vindrøkt uppá somu Vindmyllulund – ein rokning, sum bara hevði verið send víðari til føroysku húsar-haldini, um Vindrøkt ta ferðina hevði fingið vælsignað sín einkarrætt av Umhvørvisstovuni.

Hvørjar verða so avleiðingarnar av, at Orkumyndugleikin í hesum føri reelt hevur valt bara tann eina tilboðsgevaran við einkarrætti til lendið? Úrslitið er givið frammanundan. Tá ein fyritøka hvørs endamál er profittur, og bara profittur, og sama fyritøka veit, at ongin annar fer at bjóða ímóti, ja, so skal ein ikki vera yvirnormalt begávaður fyri at rokna út, at her kann bert blíva talan um ein yvirnormalan høgan prís, sum so í seinasta lagi endar hjá brúkaranum!

Búskaparligar og tekniskar avleiðingar    
SEV hevur eisini nakrar ítøliligar og sera væl undirbygdar atfinningar til hesa verkætlan, sum ikki bara er bygd á eitt ólógligt grundarlag, men eisini er fullkomuliga tekniskt og fíggjarliga óforsvarlig undir verandi fyritreytum.

Fyri tað fyrsta verður staðfest, at bert ein sera lítil partur av hesi framskundaðu øktu framleiðslu kann koma til høldar.

SEV hevur roknað út, at møguliga framleiðslan frá vindmyllulundini á Gellingarkletti kann verða umleið 87 GWh, men av hesum  koma bert umleið 18 GWh til gagns á netinum,  og heili 69 GWh, ella uml. 80% av møguligu framleiðsluni fer til spillis.

Vindmyllulundin á Gellingarkletti verður somuleiðis ein dyggur fíggjarligur smeitur fyri SEV, um higartil nýtta keypsskyldan hjá SEV eisini verður ásett fyri hesa framleiðsluna – tvs. eisini at keypa spillframleiðsluna frá Spf. Vindrøkt – fyri fullan prís!

Fyri at Vindrøkt skal sleppa framat at framleiða allan hendan spillstreym fær SEV harafturat eina púra og aldeilis óneyðuga eykaúttreiðslu uppá heilar 90 mió. kr., til battarí og  synkron-kompensatorar til útbyggjan av elnetinum í økinum, sum tað annars kundi verið sloppið undan um útbyggingin var samskipað við heildarætlanina hjá SEV, harundir ætlaðu pumpuskipanina í Vestmanna.

Útrokningarnar vísa harumframt, at fyri vindorkuna frá vindmyllulundini í Hoyvíkshaganum sparir SEV árliga umleið 32 mió. kr. í olju, men skal samstundis keypa alla vindorkuna frá Spf. Vindrøkt, sum fyri meginpartin er spillvindorka, fyri í hvussu er 66 mió. kr., sjálvsagt alt eftir hvussu ekslusivtilboðið verður samanskrúvað!  SEV skal sostatt árliga gjalda 66 mio. kr. fyri at spara 32 mio. kr., umframt at rinda allar hesar ovurstóru og óneyðugu eykaútreiðslurnar fyri at binda nýggju vindmyllulundina saman við elnetið hjá SEV!

Tað má sostatt standa einum hvørjum greitt, at her er talan um eina høpisleysa verkætlan, sum er beinleiðis í stríð við aðalendamálið í elveitingarlógini um, at prísurin á ravmagni ikki skal verða hægri enn neyðugt.

Pumpuskipan í Vestmanna
SEV søkti longu í 2013 um eitt sonevnt prinsipployvi at seta upp eina pumpuskipan í Vestmanna. Her kom onki burturúr, tá myndugleikin uttan nakra haldgóða orsøk ikki vildi ganga umsóknini á møti. SEV hevur so aftur tann 31. august 2018 sent inn nýggja umsókn. So margháttligt tað ljóðar, so hevur Umhvørvisstovan enn ikki ønt aftur, hóast ikki minni enn 2 ½ ár nú eru gingin síðani umsóknin varð innlatin, hóast málið hevur meira skund enn nakrantíð fyri at kunna stabiliserað orkukervið, og fáa meira av grønu vindorkuni til høldar.    

Tað er nevniliga ein royndur lutur, at skal ein munagóð útbygging av vindorkuni geva meining, so krevur hetta grundleggjandi at yvirskotsorkan (spillið) frá vindmyllunum skal kunna  goymast til seinni brúk. Hetta økir nevniliga munandi um nyttuvirðið av vindmyllulundunum.

Greiningarnar hjá SEV vísa eisini alstóra týdningin av at fáa gongd í arbeiðið viðvíkjandi pumpuskipanini beinanvegin, soleiðis at hendan kann standa klár í 2025, og tá stuðla undir uppsetingini av fleiri vindmyllunundum, spjaddar um landið.

Tað er longu nú greitt, at tað skal berast ógvuliga skjótt at, og at arbeiðið skal ganga ómetaliga væl, um tað yvirhøvur skal verða gjørligt at fáa eina pumpuskipan at standa klára í 2025.

Tí er tað fullkomuliga ófatuligt, at Umhvørvisstovan liggur og bølir omaná eini slíkari týdningarmiklari umsókn um at fáa stabilisera vindorkuna fyri framtíðina, samstundis sum umsóknin frá Vindrøkt verður skrumblað ígjøgnum í óðum verkum uppá bert nakrar fáar dagar, - t.v.s. eftir  at umsóknin  er innkomin 15. januar 2021, til lýst verður longu 27. januar 2021 – eftir sokallaðum áhugaðum umsøkjarum – enntá uttan at hava ráðført seg við SEV frammanundan, so sum lógin krevur????.

Seinkingar í umleggingini  til grøna orku
Hóast breið semja er um, at umleggingin til grøna orka gongur ov seint í mun til dreymin um 100 % grøna orku í 2030, so virkar tað sum, at Umhvørvisstovan nú fyri ein hvønn prís vil framskunda hesa umlegging, - nærum kosta hvat tað kosta vil! Týðandi fyrilit, sum veitingartrygd, tekniskar forðingar og búskaparligt skynsemi mugu so eftir øllum at døma koma í aðru røð.  

Setast kann tískil spurnartekin við fakliga førleikan hjá landsmyndugleikunum at greina hesar orkuútbyggingar nærri, sæð í mun til kvalifiseraðu og sera væl undirbygdu fyrivarnini hjá SEV, og tilmælini frá felagsskapinum um eina annaðleiðis raðfesting av grønu umleggingini.

Tað er eisini ein royndur lutur, at landsmyndugleikarnir royna at geva SEV skuldina fyri seinkingarnar í útbyggingini av grønu orkuni. SEV skal nevniliga eitast at liggja í buktini, og verða ein forðing fyri, at umleggingin til grøna orku kann verða framd í tráð við  tíðarætlanina.

Sigast má, at hetta er onki annað enn ein sera vánalig undanførsla hjá landsmyndugleikunum fyri sjálvir at skulka sær undan ábyrgd.

Landsmyndugleikarnir hava bara sær sjálvum fyri at takka, at planleggingin av útboðunum hevur verið so vánalig higartil. Ongin ivi er um, at serstakliga henda illa skipaða tilrættisleggingin má metast at verða høvuðsatvoldin til seinkingarnar. SEV kann væl saktans ikki lastast fyri, at Umhvørvisstovan ikki frammanundan hevur tryggjað sær, at neyðugu játtanirnar frá lendiseigarunum kunnu fáast til vega til “allar” umsøkjararnar, - so verulig kapping kann fara fram á jøvnum føti, so sum elveitingarlógin leggur upp til, - at neyðug atlit ikki eru tikin til ávegis útbyggingina av elnetinum í samráð við SEV, -  at trupulleikar ikki vera við friðingarmyndugleikarnar, - at heimildin til neyðuga ognartøku av lendi til endamálið er uppá pláss o.s.fr.

Veruleikin er tann, at púrt onki hald er í hesum skuldsetingum. SEV hevur í verki víst, at felagsskapurin gongur fult og heilt inn fyri at fremja hesa umlegging, ongantíð ov skjótt. Tað skal bara vera gjørt við skili og við eini meira skipaðari raðfesting af íløgunum. SEV hevur nevniliga alla tíðina lagt dent á, at samstundis sum skjótt verður atborið, so skal umleggingin eisini verður framd tekniskt og búskaparliga forsvarligt.

Eigararnir mugu koma uppí leikin
Í samband við henda áhaldandi ágangin frá politisku skipanini, harundir serstakliga Sambandsflokkinum, móti interkommunala felagsskapinum SEV, er stundin nú komin, at føroysku kommunurnar, sum eigarar av sínum mest virðismikla aktivi her á landi, nú gera seg galdandi og verja síni áhugamál.

Føroysku kommunurnar hvørki kunnu ella skulu finna seg í, at hesin felagsskapur verður syndraður og undirgravaður innanífrá av landsmyndugleikunum við órímuligum skyldum, og avmarkingum í sínum lógliga virksemi.

Kommunurnar eiga tískil at fáa ein nógv meira aktivan leiklut enn higartil, og í nógv størri mun at taka ábyrgd av at røkja tær skyldur, sum er natúrligt fyri ein hvønn eigara av eini fyritøku, serstakliga tá tað snýr seg um ein felagsskap sum SEV, hvørs ábyrgd og uppgáva tað er at veita eina lívsneyðuga tænastu trygt og støðugt út í hvønn krók í landinum, allar døgnsins tímar allar 365 dagarnar í árinum. 

Tað er og verður ein samfelagsuppgáva at varðveita henda sokallaða “kritiska infrastruktur” óskalaðan. Hetta er nevniliga ein vital samfelagstænasta, sum ongantíð hevur verið egnað til at verða útveitt til tilvildarligar kommerciellar fyritøkur at umsita.

Fyri at SEV framvegis skal standa sterkt bæði fíggjarliga og fakliga, er tískil umráðandi, at kommunurnar standa saman um aðalmálið, at tað er SEV, sum framhaldandi stendur fyri bæði veitingartrygdini og veitingarskylduni, og at  el-framleiðsla og net tískil eiga at verða varðveitt, sum ein eind.

Kommunurnar eiga eisini at ganga á odda at verja sína og fólksins ogn móti álopunum frá privata spekulatiónskapitalinum soleiðis, at tað hereftir ikki bara verðar kynisk egináhugamál,  sum koma at stýra elframleiðsluni í Føroyum. 

Aðalmálið má vera, at SEV uttan óneyðug og órógvandi inntriv frá landsmyndugleikunum framhaldandi má fáa loyvi til at menna og útbyggja elkervið, soleiðis sum SEV einsamalt, so fyrimyndarliga, hevur megnað at greitt hesa uppgávu úr hondum í nú skjótt trýfjórðingsár-hundrað.  

Bjørn á Heygum 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo