Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur gjørt av at verkfallið, sum eftir ætlan skal byrja mánadagin, ikki skal raka medisinsku seingjardeildina B7 á Landssjúkrahúsinum.
Tað upplýsti forkvinnan Óluva í Gong fyri KvF.
Orsøkin er, at henda deildin er sera trupul at manna, og oftani verður mannað frá degi til dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo