Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Serligi gesturin hesa vikuna er danski bólkurin Meejah. Bólkurin tulkar í sínum tónleiki tær norðurlendsku og tær koreansku røturnar.

Daniel Nayberg, Andreas Isbrandt Løvenskjold og Mai Young Øvlisen mynda til dagliga bólkin, tey spæla í eini ringrás kring evnini í koreanska flagginum: Himmal, jørð, eldur, vatn, tora, vindur, hav og fjøll.

Hetta kvøldið spæla tey sum Duo, Mai Young Øvlisen á gittar,  rødd og teldu og  Andreas Isbrandt Løvenskjold á gittar.

Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera sína list fyri øðrum. Hetta er eitt gott høvi hjá sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum at framføra egið tilfar, nýtt eins og gamalt.

Hugsanin handan tiltakið er at skapa karmar um ein kreativan verkstað, har høvi er at royna nýggj hugskot, í einum umhvørvi við samhugaðum listafólki. Øll eru vælkomin við sínum talentum.

Skráin er henda:
19:30 – 20:00: Innskrivan
20:00 – 20:30: Meejah
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey ið bert vilja lurta og hyggja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo