Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

25. november kl. 10-17 verður nógv spennandi á skrá, tá Reyði Krossur hevur Opið Hús í Stiðjagøtu 6, Tórshavn.

Opið Hús er eitt nýtt árligt tiltak hjá Reyða Krossi Føroya, sum skal varpa ljós á alt virksemið hjá felagsskapinum, bæði heima í Føroyum og úti í heimi. Endamálið við tiltakinum er at upplýsa um alt arbeiðið hjá Reyða Krossi og fáa nýggj fólk uppí sum sjálvboðin ella sum limir. Grundarlagið undir Reyða Krossi eru tey umleið 400 eldhugaðu sjálvbodnu - uttan tey, kann Reyði Krossur als ikki virka. Tað er tó altíð tørvur á at fáa nýggj sjálvboðin við í felagsskapin.

Á skránni verður millum annað:

  • Børn kunnu taka vælumtókta barnafyrstuhjálparskeiðið (tilmelding her).

  • Framløgur um arbeiðið hjá Reyða Krossi í stríðsøkjum og um reglur í kríggi (altjóða humaniter lóg) við tveimum sjálvbodnum frá danska Reyða Krossi.

  • Endurnýtsluhandilin er opin við hópin av lekkrum klæðum og góðum tilboðum.

  • Lær um, hvussu klæðir verða innsavnað, skild og prísað.

  • Tónleikaframførslur.

  • Søla av kaffi, te, kakao, Mist, køku, bollum og mandlurísi.

  • Møguleiki er hitta sjálvboðin úr øllum virksemisøkjunum.

  • Og møguleiki er, at tekna seg sum lim og/ella sum sjálvboðin.

Hjartaliga vælkomin! Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Les meira um framløgurnar og um tiltakið á heimasíðuni ella á sosialu miðlunum hjá Reyða Krossi Føroya.

Tiltakið er stuðla av: P/F Poul Michelsen og MBM.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo