Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Fótbóltssamband Føroya hevur framt eftirlitssýn av nýggja graslíkinum á Ovara vølli í Gundadali til tess at staðfesta, um vøllurin lýkur ásettu treytirnar í Vallarreglugerð FSF´s viðvíkjandi mátum.

Eisini skuldi staðfestast, um vøllurin annars lýkur FIFA ásett krøv til mát í Fótbóltslógini (“Laws of the Game” hjá IFAB: The International Football Association Board).

Eftirlitssýnið varð framt 1. juni 2021 og í niðurstøðuni verður sagt, at Ovari vøllur í Gundadali er góðkendur at nýta í øllum deildum í føroysku lands- og steypakappingini í fótbólti.

Góðkenningin er givin við teirri treyt, at leikvøllurin til eina og hvørja tíð lýkur ásettar treytir til leikvøll sambært rundskrivi frá FSF um treytir til leikvøll (Vallarreglugerð 2021).

Bert fáar viðmerkingar vóru um smáting, ið kundu rættast og umvælast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo