Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í sambandi við endahátíðina hjá Føroyaleikum verða hesir vegir stongdir fyri allari ferðslu, sunnudagin 3. juli, frá kl. 14.00 til kl 23.00

- Í 2021 komu inn 82 klagur. Av hesum 82 klagunum vóru 77 endaliga avgreiddar innan 31. desember. Harumframt vóru avgreiddar 13 klagur frá undanfarnum árum

Kanningin av tí sum hendi tá ið Danmark avlívaði 15 milliónir minkar hevur avdúkað, at Metta Frederiksen villleiddi fólkið, heldur minkkommisjónin

Bæði ukrainska og russiska verjumálaráðið vátta í dag, at russisku deildirnar eru farnar av ukrainsku oynni Zmiinyi, eisini kend sum Slanguoyggin, í Svartahavinum

Klokkan 10 í morgun var hitin komin upp á 15 stig í Vágum og Norðstreymoy - helst verður lýggjari sum dagurin líður

- Tá ein persónbilur hevur koyrt 40 túrar á sama strekki sama mánað, verður einki gjald fyri restina av túrunum í mánaðinum

Samlaðu útlánini øktust við 1,1 mia. kr. ella við 5,4% í apríl 2022 í mun til apríl í fjør

Stjórin í evropeiska miðbankanum hevur boðað frá, at rentuhækkingar verða framdar í juli og september mánað í 2022, sum fer at førka renturnar uppum null aftur

Frágreiðingin hjá Minkkommissjónini er nú komin til Christiansborg í fleiri stórum pappeskjum. Og frá klokkan 10 til 12 skal kanningarnevndin hyggja hana ígjøgnum

Hesa vikuna eru tveir svimjarar frá Havnar Svimjifelag, Max Aron Bjarnarson og Andrias Mellemgaard í Finlandi har teir luttaka í European Para Youth Games (EPYG)

Heims Heilsustovnurin ber ótta fyri at apukoppasmittan kann breiða seg til viðkvæmar bólkar

- Tað vóru stórtíðindi, at okkara útflutningur aftur setti met við sløkum 11 milliardum krónum og einum vøkstri uppá 32%

- Eg fari at ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við føðingardegnum og Harrans signing í tí komandi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann handaði ein kekk uppá 100.000 krónur frá Tórshavnar kommunu

Tað var ein góð og hugnalig løta í matarsalinum á Lágargarði í dag, tá nakrar av veteranunum á heiminum takkaðu fyri seg. Tær vóru fýra, sum takkaðu fyri seg í dag

Í Svøríki eru røddir frammi um, at tær risastóru vindmyllurnar, sum verða settar fram við strondini, fara at skapa gróður og gott umhvørvi hjá øllum livandi í sjónum

R & B-stjørnan er funnin sek í kynsligum misbrúki av børnum og menniskjahandil

Terrorákærdi Salah Abdeslam er funnin sekur í øllum punktum fyri terrorálopini í november 2015 í París, skrivar tíðindastovan Reuters

Í samband við 50 ára dagin, verður hátíðarhald á Ellisheiminum á Sýnini leygardagin 2. juli 2022

Tað skrivar radioverturin á 24syv, Cecilie Lange, eftir samrøðu við Pernille Skipper frá Eindarlistanum

Í dag varð sáttmálin undirskrivaður við RTS. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Svend Lamhauge undirskrivaði fyri RTS. Sáttmálaupphæddin er áleið 8 mió. kr.

Kristian Thulesen Dahl er farin úr Danska Fólkaflokkinum. Tað skrivar hann á Facebook

Á útferðini undir Vestmannabjørgini í dag fingu gestirnir eina eyka uppliving

Grindin, sum fólk í Skúvoy sóu í morgun, var hildin til á Sandi stutt eftir middag. Enn eru allir hvalirnir ikki taldir, men mett verður, at talan er um 80-90 hval, skrivar KVF

- Á Vegnum Langa mugu fólk út á koyrivegin at ganga/renna. Nú eru 7 ár síðani kommunan fór undir at gera gongubreyt har

Afturvaldi nevndarformaðurin í Posta, Joen Magnus Rasmussen, segði við Útvarpið á middegi, at gegnistrupulleikin hjá sær er loystur

- Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at teknmálsorðabókin kann fullførast og víðarimennast?

Útvarpið visti at siga, at fólk í Skúvoy høvdu sæð grind sum verður rikin til Sands

- Joen Magnus Rasmussen er bróðir Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Og Posta liggur undir Fíggjarmálaráðnum. Tí er ivi sáddur um formansskapin hjá Joen Magnusi Rasmussen, skrivar KVF

Í morgun komu teir báðir Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen á málið, sum var á Vaglinum í Havn. Teinurin tilsamans var 610 kilometrar og vitjaðar vóru 108 bygdir

Føroysku tónleikararnir, sum eru váttaðir og alment lýstir til festivalin, eru: Janus Rasmussen, Brimheim, Marius DC, Guðrið Hansdóttir og Kóboykex

 

- Míni ráð til útlendingar eru altíð, at tey skulu gera alt fyri at læra málið so skjótt sum til ber, og til føroyingar at tosa føroyskt við útlendingar; ikki fara yvir í enskt, tí tað er lættari, sigur Berlys Carlota Canas Toftadal, skúlastjóri

Fyri seks árum síðani byrjaði fyrsti árgangurin av lesandi í búskaparfrøði og virkisfrøði á Fróðskaparsetur Føroya, ein av hesum næmingum var Jógvan Zachariasen úr Streymnesi

Í morgun boðaði russiski hackarabólkurin Killnet frá álopi á fleiri stovnar í Noreg

- Í løtuni kann vera trupult at sleppa framat einum sálarfrøðingi. Sambært Heilsutrygd er aktuella bíðitíðin frá gott 1 mánað upp til 6 mánaðir hjá onkrum

Politiskur meiriluti er samdur um at kriminalisera grooming, sum merkir, at skemmarar seta seg í samband við børn og ung á alnetinum

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skrivað undir samstarvsavtalu um sløkking og bjarging í Leirvíkstunlinum

Nú í vikuskiftinum, 30. juni til 3. juli, verða Føroyaleikir fyriskipaðir kring landið

- Ein knallperla av einum filmi, sum enn sæst í Føroyum!

Eftir freistina á miðnátt svenska tíð bórust tíðindini um at semingsroyndin heldur fram við nýggjari freist. Sostatt fara flogskipararnir hjá SAS ikki í verkfall frá á miðnátt

Una Joensen tekur við sum virkandi rektari, nú Steinbjørn Hardlei hevur sagt seg úr starvinum sum rektari á Glasi

Gongugjaldið í Mykinesi argar bæði ferðafólk og ferðavinnuveitarar, skrivar KVF

Ein rasandi Donald Trump royndi at taka róðrið frá einum Secret Service-agenti og rópti at hann skuldi til kongressina saman við demonstrantunum

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av øki við Stórutjørn liggur frammi frá 28. juni 2022 til 9. august 2022

Ghislaine Maxwell skal inn at sita í 20 ár fyri at hava hjálpt ríkmanninum Jeffrey Epstein at misbrúka ungar gentur

Turkaland, Svøríki og Finnland eru samd um avtalu sum er undirskrivað í kvøld

Myndir frá vakmyndatóli vísa tá tvey russisk missil raktu fyrst eina sølumiðstøð og síðani ein annan bygning í býnum Krementjuk í Ukraina

Sum eina royndarverkætlan hevur Tórshavnar kommuna umskipað økið í Vágsbotni, so til ber at savnast um mat, rørslu, tónleik og stuttleika í økinum. Royndarverkætlanin hevur fingið heitið “Summarskái í Vágsbotni”

ES-londini hava samtykt at brúkast skal koronapass fram til juni 2023. Tað kemst av at smittan økist í fleiri londum

- Góðu ferðafólk, verið vælkomin til París, sigur fryntliga flogternan umborð á Atlantsflogi og upplýsir, at føroyska flúgvingin er í samstarvi við KLM og Air France

Sunnudagin 3. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum