Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í morgin verður uppskot lagt fram um eftirløn og samsýning til løgtingsfólk. Og tað er ikki smávegis lønarhækking tey fara at geva sær sjálvum - lønin hækkar slakar 7.000 krónur - úr stívum 46.000 upp í 53.000 krónur - 15,2 prosent

Tað hevur Wall Street Journal fingið upplýst frá keldum, men skrivar eisini, at hon sjálv fer at boða frá tí klokkan 15 okkara tíð í dag

Tað er okkurt púra serstakt við røddini hjá Filipi, og evnini at skriva løg og at framleiða eru eisini ómetaliga góð

Tað er eitt av hæddarpunktunum á skúlaárinum, tá MGP vika er, og í Vágs skúla eru tey ikki í iva um, at tiltakið er komið fyri at vera. Nógv verður lagt fyri, og tað eru uttanveltaðir og serkønir dómarar, ið taka sær av dømingini

KBI hevur keypt fyritøkuna Tín Lásasmiður, sum merkir, at KBI nú eisini kann bjóða sínum viðskiftafólkum eina víðfevnandi røð av lásaskipanum

Russisk ouljugoymsla í Kursk-økinum er í dag rakt fyri aðru ferð av ukrainskum dronum, skrivar Reuters

- Fyrstu árini hjá barninum eru týdningarmikil og avgerandi fyri, hvussu barnið mennist og klárar seg í lívinum. Tí er umráðandi, at tey tíðliga í lívinum verða møtt á bestan hátt. Tíverri er stórur mangul av starvsfólki á summum dagstovnum

Føroyar skulu fyrihalda seg til, at danska lóggávan um ríkisborgararætt ávirkar útlendingar í Føroyum Somuleiðis skulu tiltøk setast í verk fyri at tryggja eina væleydnaða integratión og haldføran búskap

- tú hevur vitanina, sum vit ikki hava

- Og tað hevur Rúsdrekkasøla Landsins einkarrætt til at flyta inn, fekk ein familja at vita, sum fekk nakrar fløskur av rúsandi løgi konfiskeraðar, hóast alkoholinnihaldið bert var 2,7%

Og mangt bendir á, at hann hevur rætt

Tíðindastovan AP skrivar, at Donald Trump sær út til at vinna í Virginia, og sostatt vinna fyrsta statin á Super Tuesday

Síðstu nátt bumbaði Ukraina russiska patruljubátin "Sergej Kotov" við sjódronum

Íbúðin hjá mótaikoninum Karl Lagerfeld skal seljast á auksjón 26. mars sambært fronskum miðlum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur í dag fingið handað eftirmetingina av Tí góðu tilgongdini

- Í lógaruppskotinum um burðardygga ferðavinnu stendur í § 4. stk. 2: “Loyvt er at brúka bát ... og í stutta tíð at draga bát upp á strondina og brúka bátabrúgv og tílíkt,....”

- Ein tíð at syrgja ein tíð at lekja ein tíð at koma víðari. Endiliga

Minnilutin í Vinnunevndini - Jørgen Niclasen og Árni Skaale - mæla til at broyta uppskot hjá Høgna Hoydal, landsstýrissmanni

Ein nýggj granskingarverkætlan um uppsjóvarfisk og hjáveiðu hjá uppsjóvarskipum fer nú av bakkastokki við stuðli frá bæði tí privata og almenna geiranum

Boattours.fo Sp/f, sum landsstýrismaðurin og varaløgmaður Høgni Hoydal eigur 33% av, keypti ein bát í 2019

- Nú er altso uppá tíðina, at henda megnar fakfelagskvinna, sum stýrdi Havnar Arbeiðskvinnufelag í samfull 40 ár, fær eina standmynd reista í Steinatúni, sigur Heðin Mortensen

Nú er greitt, hvørjum kvinnulandsliðið skal spæla ímóti í komandi EM-undankapping, sum byrjar fyrst í apríl mánað

783 bilar koyrdu í miðal um samdøgrið í februar. Metingin segði 300-400 bilar um samdøgrið, skrivar KVF

Nú verður hamurin skiftur, klædningarnir eru hongdir í skápið. Hvat fáa vit í staðin frá einum av heimsins bestu dóma-dagsmálmbólkum? Tú mást fara á G! og uppliva tað!

- Á várkvøldsetu fáa vit ofta vitjan av einum fyrrverandi næmingi. Hesaferð er tað Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður, sum fer at greiða okkum frá útbúgvingar- og yrkisleið síni

Tíverri er neyðhjálpin, sum sleppur inn í Gaza, langt frá nokk til at nøkta átrokandi tørvin. Meira má gerast, sigur Reyði Krossur

Á seinasta býráðsfundi var samtykt at taka av tilboði frá Innspark um at keypa nýggjan útbúnað til spæliplássini í Tofta skúla og Barnagarðinum á Svangaskarði

Mikudagin 6 mars fer Vísindavøka á ferð í Suðuroy. Hetta er tiltakið, sum skuldi havt verið síðsta heyst, men sum varð útsett fyri veður

 

- Eftir skjótt 12 ár tykist tað sum punktum er sett í málinum um heilsutrygdargjaldið hjá teimum føroyingunum m.a. útisiglarum, sum starvast í øðrum norðurlondum og eisini rinda sosialgjøld har

Føroyski boksarin Sarah Mahfoud fær nú møguleikan at vinna heimsmeistaraheitið í Las Vegas tann 6. apríl

Landsstýriskvinnan metir ikki, at tað neyðturviliga er ein trupulleiki at fólk eiga ein bústað, samstundis sum tey leiga frá Bústøðum. Tvørturímóti vísir hon á, at tað í fleiri førum er heilt rímiligt

Frá í dag til 25. mars fer Barbara Gaardlykke Apol at røkja fólkatingssessin fyri Sjúrð Skaale, ið er farin í farloyvi

"Lívið er okkara gáta" er søgan um, hvussu vegirnir hjá Terja Rasmussen og Kára Poulsen møtast, og hvussu teir við støði í einum loyndarmáli fáa eitt heilt serligt forhold

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, luttók í gjár á einum fundi um dátuvernd, sum Didier Reynders, ES-lógarkommisserur, skipaði fyri

- Yrkisútbúgvingarskipanin kennur ikki til, at klagur eru um yrkisútbúgvingarnar, og at dygdin í yrkisútbúgvingunum ikki er á høgum støði

Norðurlandaráðið hevur almannakunngjørt frágreiðing um sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir í Norðurlondum. Hon vísir m.a., at lutfalsliga fægstu tilburðirnir eru í Føroyum og Álandi

- Tó er hetta nakað, eg havi biðið øll míni landsstýrisfólk upplýsa, tá tey tóku við

VP visti um ivasama tilknýtið hjá landsstýrismanninum til ferðavinnuna longu áðrenn mánaðarskiftið, men valdi at halda góðan fjølmiðlasið og geva honum møguleika at svara fyri seg áðrenn søgan var koyrd út

- Løgmaður eigur beinanvegin at biðja landsstýrismannin upplýsa, um hann hevur fingið endurgoldið innflutnings-mvg av sínum báti

Hans Petur Højgaard setti nýtt persónligt met, og recurve-finalurnar hjá bæði monnum og kvinnum máttu avgerast við shoot-off í bogaskjótikappingini á 18 metrum í Miðvági

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen var á flogvøllinum í Sørvági í dag, tá ið nýggja flogfarið hjá FaroCargo kom. Her eru fleiri myndir

Høgni Hoydal sigur við D&V, at tað var ein feilur, at hann ikki upplýsti, at hann átti í einum báti, sum millum annað hevur til endamáls at reka ferðavinnu

Øgiligur speningur er nú um seinna finaluplássið í Føroya Tele-deildini, eftir at SÍ í kvøld vann 3-2 á Fleyr, og bæði liðini standa á 26 stigum

Farna vikuskiftið luttóku bæði ungdómsleikarar og vaksnir leikarar í kapping í Danmark

Hægstirættur í USA hevur avgjørt, at Donald Trump fær stillað upp á undanvalinum í deilstatinum Colorado, skrivar AP

- Á landsins fíggjarlóg eru pengar settir av, nógvir pengar, til alt tað gagnliga, men eisini ymiskt til fjant og fjas

Nýggja farmaflogfarið hjá FarCargo lendi fyri løtu síðani á flogvøllinum í Sørvági

- Sum liður í Femifagnaðinum 2024 bjóðar Javnstøðunevndin øllum vælkomnum í Reinsaríið í Havn týsdagin 5. mars kl. 17 til alment tiltak við framløgum og politiskum kjaki

- Við teimum drúgvu royndum og stóru vitan, ið bæði vinnan og myndugleikar hava tilognað sær gjøgnum árini, umframt ta nýskapan sum er í vinnuni, eri eg vónríkur um at alivinnan eisini í framtíðini verður í fremstu røð altjóða og her heima

Bulurin í føroysku fiskirættindunum í bretskum sjógvi eru 850 tons av svartkalva, umframt onnur fiskasløg eitt nú hýsa, longa og blálonga