Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Allahalgana sunnudag var ein markering á Vaglinum í Havn. Tað var felagið Føroyar-Ísrael (FÍ) sum skipaði fyri samhugatiltaki fyri Ísrael. Samhugin skuldi vísast við gíðslunum sum palestinski felagsskapurin Hamas tóku til fanga tann 7. okt. Og so við ísraelsku tjóðini sum heild. Tað var bara tað, at tað eru fólk sum vóru á lívið, sum FÍ vildu markera fyri. Hettar er tann øvugta verðin. Allahalganadagur er til at minnast tey sum fórust. Í kirkjum er tað vanligt hendan sunnudagin, at lesa upp nøvnini á øllum, sum eru farin foldunum frá farna árið. Men hendan dagin á Vaglinum vóru tað, tey livandi sum skuldu minnast.

Eitt annað sum var heilt øvugt, var at øll tey 10.000 palestinsku fólkini, sum ísraelska hersetingarvaldið hevur dripið við bombum seinasta mánaðin, vóru gloymd. Líkaleiðis blivu tey 1400 fólkini sum Hamas drap í einum álopi tann 7. okt. heldur ikki tikin við.

Vit kenna væl søguna. Í 1948 vóru palestinar, mest bóndir, riknir úr sínum egna heimið, sínum egna landi. 750.000 fólk mistu brádliga alt sum var teirra. Jørð teirra bleiv yvirtikin av jødum. Og palestinar blivu riknir yvir í Gaza geiran. Har hava tey støðast síðan tá. Við vón um eitthvørt. Við uppreistrum fyri einum ella øðrum. Men tað landið sum fyri 75 árum síðan var teirra, er bara blivið minni og minni. Í dag eiga palestinar bara 20% av teirra egna landi. Tí hvønn dag hesi 75 árini eru familjur tvungnar út á gøtuna. Ísraelskir myndugleikar, politi, hersetingarvald, og jødiskir búsetarar hava ígjøgnum ártíggir jagta palestinskar familjur vekk. Jørð teirra verður bara tikin. Rænd til nýggjar jødiskar búsetingar.

Felagið FÍ vil hava samhuga við Ísrael. Samhuga við teimum sum hava rænt og dripið palestinskar familjur í 75 ár. Hvat skulu vit onnur halda ? Eru hettar kristin fólk ? Í so máta er hettar kristnir fundamentalistar. Tí ÍF vil heiðra tjóvar og drápsmenn. Hettar er langt av leið av okkara alfaravegum.

Vit hava hoyrt frá hesum víðgongdu í Føroyum áður. Tað var ein heiðran á ársdegnum hjá statinum Ísrael nøkur ár herfyri. At heiðra ársdegnum hjá eini tjóð, sum er bygd á rán og morð. Men soleiðis eru fundamentalistar nú einaferð. Tey fyrikoma sera fjeppaði í jødisku læruni. Serliga fjeppaði í Gamla testamenti (GT). Muslimsku islamittarnir eru eisini sera fjeppaðir í GT. Muslimarnir brúka nøvn sum Sara, Ismail og Ibrahim sum eru úr GT. Og ”eygað fyri eygað, tonn fyri tonn” hjá muslimum er júst sum hjá jødum.

Men jødarnir hava tey 10 boðini sum teir eiga at yvirhalda. 7. boð sigur, ”Tú mást ikki stjala”, og 9. boð sigur, ”Tú mást ikki girnast húsini hjá næsta tínum”. Fundamenti undir Ísraelsku tjóðini hevur í 75 ár verið tað øvugta, at tí sum Móseslógin ásetur. Ísraelarir girnast húsini hjá sínum næstum, sum eru palestinar. Og teir ræna húsini hjá næstanum. Hettar hava jødarnir gjørt hvønn einasta dag tey seinastu 75 árini. Og okkara føroysku fundamentalistar halda at hettar er í fínasta lagið. Jødarnir eru Guds útvalgta fólk. Og tey kunnu boyggja tey 10 boðini, fullkomiliga sum tað passar teimum.

Hettar er heilt sum hjá islamistunum. Um tú lýgur, stjelur ella drepur. Alt tað telur ikki við í dóminum við tað Himmalska perluportri. Tí vit onnur eru bara heidningar í eygunum hjá islamittum. Og jødarnir uppfata seg sjálvan sum Guds útvalgta fólk.

Teir føroysku fundamentalistarnir eru júst sum jødarnir og islamittarnir. Ella sum Jehova Vitnir fyri tann saks skuld. Blendaðir í einari fanatismu. Vit og skil er sett til viks. Tað eru tey ella vit. Vit onnur kunna bara siga ”takk Gud” at vit liva í einum rættarsamfelag. Ella høvdu vit fingið júst somu lagnu.

Føroyskir kristnir fundamentalistar vita væl, at meira enn 4000 palestinsk børn eru dripin av ísraelskum bombum seinasta mánaðin. Børn sum eru sprongd í stumpar og stykkir. Og ongin mælir eitt orð. Tað sigst at, tann í tegir hann samtykkir. Men soleiðis er tann kristna fanatisman. Kristin fólk, blinda í fanatismu. 4000 børn slakta í ein mánaða. Tøgn. Gravartøgn frá teim, sum føra seg fram sum kristin.

LATIÐ SMÁBØRNINI KOMA TIL MÍN!
Vit hava eina kirkju. Eina almenna kirkju. Vit gjalda kirkjuskatt fyri at hava prestar sum kunna vegleiða okkum. Hvat sum er rangt ella rætt. Og víst hava vit fleiri prestar sum eru gull verdir. Og vit hava eisini ein bisp. Ein leiðara yvir okkara fólkakirkju.

Vit hoyrdu Pávan av katólsku kirkjuni biðja fyri friði ímillum palestinar og jødar, og vit hoyrdu hann krevja vápnahvíld. Somuleiðis hoyrdu vit S.T. aðalskrivaran Gutierrez fordøma bæði ísraelar og palestinska felagskapin Hamas fyri teirra brotsgerðir. Og Gutierrez hevur umaftur og umaftur kravt frið og vápnahvíld. Men okkara kirkja ? Okkara bispur ?

Jú, bispur hevði eitt hirðabræv í VP aftaná Hamas álopið tann 7. okt., ”Friður yvir Jerusalem”. Bispur bað um frið yvir Ísrael og yvir Miðeystur. Ilt at siga hvat bispur meinti við ! Ísrael, ja tað vita vit. Men Miðeystur er stórt. Var tað mordararegimini í SaudiArabia og Quatar bispur bað fyri ? Vit kunna bara gita.

Bispur nevndi so ikki Palestina. Tað er har konfliktin er. Og bispur gloymdi tey 4.000 børnini. Ikki eitt orð. Ikki ein setning. Gravartøgn !!! Júst sum kristnifundamentalistarnir á Vaglinum. Børn, sundurskrødd av ísraelskum bombum. Av jødiskum terrorbumbum. Smidligani smeyg bispur sær undan børnunum.

Men bispur stendur sjálvur í kirkjuni og prædikar fyri okkum ”Latið smábørnini koma til mín”. Skamleyst skilir bispur orð frá virki. Skammiliga skulkar hann sær undan teim pliktum hann sjálvur prædikar. Bert tóm orð. Tað sigst at Várharra setti ongan aftur. Men tað ger so okkara bispur. Sera framligur persónur kunna vit siga.

Og bispur tekur sær rætt til at seta falnar palestinar eftur. Eini 6000 vaksin slaktaði innanfyri 4 vikur. Ikki ein setning, ikki ein bókstav unti hann teimum. Átti bispur ikki at røkta sítt fylgi ? Hvat skulu vit siga ? Hvat skulu vit halda ? Bispur kundi roynt at staðið hollur. Hann kundi roynt at vegleitt okkum, sum kallað okkum kristin. Men nei. Hann er fongdur av sær sjálvum. ”Eg, meg, mær, mín”. Hansara egni persónur og sínar kenslur. Sína fáfongd kann bispur hava fyri seg sjálvan. Vit vilja hoyra boðini frá Jesusi ! Jesus Kristus !!! Hvat skulu vit annars hava ein bisp til ?

NÆSTAKÆRLEIKIN
Í Kvaglund Kirke fingu tey ungu eitt armband til eina rockkonsert í kirkjuni. ”W.W.J.D”, stóð á armbandinum. ”What Would Jesus Do ?”. Tey ungu skuldu læra, at tá tey komu í iva, skuldu tey spyrja seg sjálvi, ”hvat vildi Jesus gjørt ?” Kristindómur er lærdómurin hjá Jesusi Kristi. Og tað er hendan lærdómin bispur er settur til at boða. Dupulta kærleiksboðið. Boðið um næstakærleikan. ”Tú skal elska næsta tín, sum teg sjálvan”. Palestinar mitt í holocoust. Eru teir ikki okkara næstar ? Eru teir ikki verdir at biðja fyri ? Og geldur næstakærleiksboðið ikki teir ? Tað kundi bispur útreitt fyri okkum. Og áttu jødarnir ikki at havt tilsvarandi skyldur ?

Jesus hevur útførliga skorið út í papp fyri okkum, hvat næstakærleikin er. Og skyldur okkara í so máta ! Tað ger Jesus í líknilsinum um Samariubúgvan. Og í tí dupulta kærleiksboðnum.

Bispur kundi útreitt fyri okkum meiningina í at eitt heilt fólk er hildið innisperra á einum økið. Eitt øki á stødd við Langeland. 2.2 milliónir menniskju búrða inni á Langelandi. Í einari fangalegu. Uttan vatn. Uttan mat. Uttan heilsuhjálp. Eru hettar menniskju sum handla so ? Jú tíanverri.

Hitler kláraði at helt fangalegunum í Polen og Týsklandi í 5 ár. Óskyldug fólk búraði inni. Veturin 1944/45 inntóku russarir londini Polen og Týskland og opnaðu fangaleðurnar.

Stalin helt fangalegunum í Gulag í 25 ár, frá 1928 til 1953. Eini 2 millíónir óskyldug fólk vóru fangaði í Gulag líka inntil Stalin doyði.

Ísraelarir hava hildið palestinarunum í fangaleðuni í Gaza í 30 ár. Vit skriva søgu. Søgu í óndskapi.

Síggj Gaza. Ein barnakirkjugarður. Ein kirkjugarður av sundurrivnum børnum. Men hettar rørir ikki fanatikararnar. Tey síggja bara Ísrael. Guds útvalgta fólk.

GAMLA TESTAMENTI
Vit kundu tikið í aftur Gamla Testamenti sum bispur so fegin endurtekur frá. Bispur ger akkurát sum fundamentalistar og jødar annars. Klippa og klistra. Og teir fáa heilt tað myndina, sum passar inn í teirra heimsmynd. Bispur endurtekur Ezekiel. Jaja, har er nógv at velja í, tá Jesu læra verður ov beisk at tyggja og svølgja. Men okkurt meira forvitnisligt, enn Ezekiel kundi bispur útgreina. Okkurt minni tannleyst. Tak nú í endanum á 1. Kongabókini. kap.20, vers 29/30. Her stendur so ótespuliga, um israelittar sum høgdu niður 100.000 aramearar. Og sama dag fall múrurin niður yvir teir 26.000 sum flíggjaðu undan. Og tað var Harrin sum gav arimearar upp í hendurnar á ísraelarunum. 126.000 manns sum fullu á einum degi.

Jesus tosar um ein kærleikans Gud. Men í Kongabókini er tað trupult, at síggja nakran kærleika. Bispur kundi passandi útgreitt okkum um arameararnar. Vóru teir so óndir at teir høvdu eitt slíkt holocoust uppiborið ? Var dómurin ikki í so harður ? Hvussu kann ein rættvísis Gud og dómurin yvir aramearnar ganga upp í eina hægri eind ?

Í hvussu so er, so kundi tað sæð út sum at, hettar er leisturin úr GT, sum ísraelarir brúka í dag. Sum teir handla eftir. Kanska kundi bispur hjálpt okkum, so vit betur kunna fata ísraelska logikkin. Sum nú er, so stendur myndin av ísraelarar fyri teim mongu, sum ein flokkur av eirindarleysum drápsmonnum. Júst sum í Fyrru Kongabókini.

Rune Nolsøe

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo