Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Palli Augustinussen er settur sum nýggjur 1. liðsvenjari hjá FC Suðuroy.

Hetta skrivar Suðurrás.

Sáttmálin ímillum FC Suðuroy og Palla er galdandi í tvey ár.

Palli er 38 ára gamal og hevur A-venjara úbúgving. Hann hevur harumframt drúgvar royndir sum leikari. Harundir hevur hann spælt út við 200 landskappingardystir í bestu deildini, og í 2000 var hann partur av VB-liðnum, sum vann Føroyameistaraheitið.

Nýggi hjálparvenjari hjá FC Suðuroy verður Gutti Kristiansen.

FC Suðuroy gjørdist nummar trý í 2. deild í ár og spælir sostatt aftur í triðbestu deildini næsta kappingarár.

Á myndini omanfyri síggjast Óli Holm, peningarøkil hjá FC Suðuroy, og Palli Augustinussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo