Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

KÍ: Styrkirnar hjá Patriki eru í álopsspælinum, og er hann ein kvikur og tekniskt sterkur spælari. Patrik er uppvaksin í Brøndby og hevur eisini spælt í donsku superliguni fyri FC Nordsjælland, Randers og Lyngby og hevur spælt samanlagt 103 dystir fyri hesi feløgini. 

Hann hevur umboðað Danmark í ungdómsdeildini og hevur millum annað spælt átta landsdystir fyri danska U21-landsliðið.

Patrik spældi seinast við Lyngby í 2020 í donsku superliguni, men steðgaði síðsta heyst orsakað av serliga keðiligum umstøðum, sum endaðu við, at hann fekk ein treytaðan dóm. 

- Eftir drúgva umhugsanartíð og nógvar og drúgvar samrøður við Patrik hava vit gjørt av at geva honum ein nýggjan kjans, sigur Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ, og leggur afturat, at Patrik er sera takksamur fyri møguleikan og gleðir seg til at sleppa at umboða KÍ í 2022, har m.a. spennandi, altjóða uppgávur liggja fyri framman.

Vit gleða okkum til at bjóða Patriki vælkomnum til Klaksvíkar at gerast partur av spennandi KÍ-hópinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo