Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Prísirnir eru hækkaðir 2,8 prosent frá november í 2022 til november í 2023. Prísvøksturin heldur sostatt fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til býliskeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum hava størst ávirkan á brúkaraprístalið hesa ferð.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflasjónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri novembermánað í 2023.

Prísvøksturin heldur fram, men nú hækka prísirnir við lægri ferð, enn teir hava gjørt. Árligi vøksturin í brúkaraprístalinum var 2,8 prosent í november í 2023 í mun til sama mánað árið fyri.

Býlisútreiðslurnar størstan prísvøkstur seinasta árið
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er framvegis vøkstur í flestu høvuðsbólkum, tó undantikið fyri bólkin 'flutningur'. Tað er størst prísvøkstur í bólkinum 'býli'. Tað eru rentuhækkingarnar, sum geva størst íkast til prísvøksturin hesaferð. Prísurin á brennievni til upphiting av býlum og flutning er hækkaður síðani augustmánað, men er munandi lægri enn fyri ári síðani.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo