Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú kunnu tey, sum sita við fiskiloyvum fyri nógvar milliardir, gníggja sær í hendurnar, tí nú fáa tey ognarrættin til fiskiloyvini til allar tíðir, sum tey kunnu skalta og valta við, sum teimum lystir og selja fyri stórar upphæddir, um tey vilja tað.

Hetta er ein avleiðing av ætlanini hjá Dennis Holm at seta í verk eina rullandi skipan við fiskiloyvum, sum verða galdandi í 10 ár, men sum hvørt ár verða framlongd næstu 10 árini. Hetta er tað sama sum, at loyvini verða latin í óendaligheit! Breið politisk semja tykist verða fyri ætlanini, og tað er júst tað, sum ger, at loyvini verða avreidd til privat med alla.

Borgarliga andstøðan tekur sjálvsagt undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum, nú privati ognarrætturin til fiskiloyvini verður knæsettur, og tá breið politisk semja tykist verða í løgtinginum, verða ongar broytingar gjørdar nakrantíð, óansæð hvør samgonga situr við valdinum. Vanliga plagar ein breið politisk semja at verða fatað sum nakað positivt, men júst í hesum førinum er støðan tann øvuta!

Fiskiloyvini kunnu sjálvsagt framvegis sigast upp við 10 ára freist, men tað fer ongantíð at henda, tí ongin flokkur fer at ganga ímóti tí, sum hann frammanundan hevur verið við til at samtykkja!

Eg haldi, tað er ófatiligt, at politiska skipanin tykist samd um, at lata virði hjá landinum fyri nógvar milliardir til nakrar privatar borgarar med alla fyri onki. Hetta hendir samstundis, sum alsamt fleiri føroyingar mugu søkja sær hjálp frá privatum felagsskapum til mat og klæði.

Hvør skuldi trúð, at tað er ein landstýrismaður fyri tjóðveldisflokkin, sum er upphav til hesa ætlan?

Jákup Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo