Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Løgmálaráðið: Revsilógin er umsett til føroyskt og dagførd, men arbeiðið at gera føroyska revsilóg heldur fram. Ætlanin er eisini at innihaldið í revsilógini skal føroyskast, tað vil siga, at lógin í framtíðini skal taka útgangsstøði í føroyskum viðurskiftum. Í hesum sambandi skipar Løgmálaráðið saman við Fróðskaparsetri Føroya fyri ráðstevnu í Kongshøll undir heitinum: “Frá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilóg.”

Ráðstevnan skal birta upp undir kjak í sambandi við arbeiðið at gera nýggja føroyska revsilóg og skal varpa ljós á fyrimunir og vansar við eini revsilóg, sum í høvuðsheitum byggir á føroyskt grundarlag.

Hóast galdandi revsilóg nú er á føroyskum máli, so byggir hon framvegis í stóran mun á donsku revsilógina og donsku samfelagsgongdina. Føroyska samfelagið er minni og øðrvísi enn tað danska. Revsilógin er týðandi partur av grundarlagnum undir einum rættarsamfelag, og tí er týdningarmikið, at lógin sprettir úr samfelagnum, har lógin skal virka.

Fyri at fáa lýst evnið úr ymiskum sjónarhornum, kemur norski dómarin Aina Ertzeid, sum var við í arbeiðinum at orða nýggja norska revsilóg, at hava fyrilestur um hetta arbeiðið. Eisini kemur danski professarin Thomas Elholm at hava fyrilestur um, hvussu danskur revsirættur hevur broytt seg seinastu árini. Harumframt verða fyrilestrar frá fólki, sum arbeiða og kenna føroyska revsirættarøkið úr ymiskum sjónarhornum.

Ráðstevnan verður í Kongshøll, mikudagin 8. mai 2024, kl. 9 – 16:15.

Ráðstevnan er almenn og ókeypis.

Skrá:

 

09:00

Rógvi Olavson, orðstýrari, bjóðar vælkomin og greiður frá praktiskum viðurskiftum.

09:05

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, setur ráðstevnuna.

09:15

Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi í Løgmálaráðnum: Avbjóðingar við at dagføra og týða revsilógina til føroyskt.

09:45

Thomas Elholm, professari og Ph.D í revsirættargangi og revsirætti: Udviklingen i dansk strafferet.

10:30

Kaffisteðgur

10:50

Henrik Møller, dómari: Fyrimunir og vansar við nýggjari revsilóg á føroyskum grundarlagi.

11:25

Petur Even Djurhuus, advokatur: Fyrimunir og vansar við nýggjari revsilóg á føroyskum grundarlagi.

12:00

Miðmáli

12:50

Jóhan Lamhauge, námslektari í løgfrøði: Hvat er føroyskur revsirættur?

13:20

Aina Mee Ertzeid, dómari við Tingrættin í Oslo: Arbeide med den norske straffelov.

14:00

Michael Boolsen, fúti: Fyrimunir og vansar við nýggjari revsilóg á føroyskum grundarlagi.

14:30

Kaffisteðgur

14:50

Ingmar Berg Mikkelsen, formaður í Brotsfrøðifelag Føroya: Revsing og endurmenning í einum lítlum samfelag.

15:20

Pallborðskjak

15:50

Orðstýrarin tekur saman um.

16:00

Landsstýrismaðurin greiður frá víðari gongdini og endar tiltakið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo