Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ríðisamband Føroya: Unga Rakel B. Tindskarð gjørdi bart til DM í gonguløgum farna vikuskiftið. Hon kappaðist á hesti sínum, Silas vom Forstwald, í greinini T1 fyri ung reiðfólk.

Rakel ikki bara vann kappingina, men hon var rættiliga langt frammanfyri nummar tvey.

Rakel og Silas høvdu karakterin 7,22. Á øðrum plássið komu tvey ross við sama úrslitið, tey bæði rossini høvdu 6,89, so heilt fittur munur.

Av tí at Rakel B. Tindskarð sum býr í Hirtshals, hevur valt at kappast fyri heimlandið Føroyar, so kann hon tó ikki vinna DM. Hon gjørdist tó greiður vinnari á DM kappingardegnum.

Sama var galdandi í T1 bólkinum hjá teimum vaksnu, har vann Jóhann R. Skúlason úr Íslandi á degnum.

DM kappingin er liður í fyrireikingini hjá Rakel og Silas til HM í Hollandi sum verður í komandi mánað. Um úrslitið tá gerst líka gott, kann bert tíðin vísa.

Ríðisamband Føroya ynskir Rakel B. Tindskarð til lukku við framúr flotta úrslitinum og góða eyðnu til HM.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo