Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í juni er tað 19 ára gamla Rebekka Egilstoft Hentze, sum sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági.

Rebekka hevur altíð dámt sera væl at siti og tekna, mála og verið kreativ uppá nógvar ymsar mátar.

Hon heldur tað er ógvuliga stuttligt, tá hon onkuntíð setur seg at hyggja aftur í gamlar tekningar og síggja, hvussu hon hevur ment seg gjøgnum tíðina.

Fyri á leið trimum árum síðani royndi Rebekka seg innan máling. Hetta dámar henni nú eisini dámar sera væl. Rebekka málar og teknar mest eftir myndum, sum hon finnur á netinum.

Av tí at hennara áhugi fyri máling og tekning er stórur, vónar hon, at hon kann koma at mennast nógv innan hetta økið.

Um nakar hevur áhuga ella eitt ynski um ein málning av onkrum slag, ber til at senda henni eini boð á facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo