Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Í sambandi við, at Hanna Jensen herfyri tók sæti í løgtinginum og søkti um farloyvi frá rektarastarvinum, hevur Barna- og Útbúgvingarmálaráðið gjørt av at seta Óla Wolles sum rektara.

Óli Wolles er 61 ára gamal, útbúgvin Cand.mag í religión frá Århus Universiteti og í føroyskum frá Fróðskaparsetri Føroya. Harumframt hevur Óli diplomprógv í vegleiðing, eisini frá Fróðskaparsetri Føroya. Hann byrjaði í starvi á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy í 1990, fyrst sum lærari, seinni eisini sum lestrarvegleiðari. Hann hevur verið útbúgvingarleiðari og sostatt partur av leiðslu skúlans síðani 2014. Eftir at Handilsskúlin og Studentaskúlin vórðu lagdir saman í nýggja stovnin Miðnám á Kambsdali hevur Óli verið annar av vararektarum skúlans.

Óli Wolles tekur við rektarastarvinum í dag 10.februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo