Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Støðan í Gaza er um at náa eitt kristiskt punkt. Tað ávarar Reyði Krossur um í dag, eftir at Ísrael fór at bumba, nú fleiri dagar á rað, skrivar danska TV 2.

- Støðan í Gaza er katastrofal, og allar tænasturnar um at hokna undir trýstinum, sigur altjóða neyðhjálparfelagsskapurin sambært Al Arabiya.

Sjúkrahúsini hava ongan streym, einki vatn er í Gazageiranum, og Ísrael hevur sagt seg fara at steðga øllum innflutningi av mati og brennievni, so leingi Hamas hevur ísraelskar gíslar.

Fyrr í dag segði umboð fyri danska Reyða Kross, Bjarke Skaaning, at teirra fólk í Ísrael og Palestina tora illa at gera sítt arbeiði í Gaza.

- Tey vita ikki, um tey koma aftur, tá ið tey eru farin avstað við sjúkrabilinum. Tey siga farvæl við familjuna, sigur hann sambært TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo