Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Reyði Krossur Føroya: Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, ið var hildin sunnukvøldið, gav eitt einastandandi gott úrslit. Tá talt varð saman, ljóðaði upphæddin á heilar kr. 3,4 mió.

Við hesum úrsliti fær Reyði Krossur Føroya eitt munandi betri grundarlag at skipa hjálpararbeiði, har tørvur er á tí, bæði í Føroyum og kring heimin.

Longu nú hevur Reyði Krossur Føroya sent hálvaaðru millión krónur til hjálparátøk úti í heimi. Ein millión er send til hjálparátøk í Afghanistan, har neyðin er ovurstór, og hálv millión er send til hjálparverkætlanir í Bangladesh, eitt nú til frama fyri neyðstæddar ungar kvinnur og at stuðla tilgongdini við koppsetingum.

Reyði Krossur takkar av hjartanum øllum, sum stuðlaðu Landsinnsavningini sunnukvøldið.

Eisini ein tøkk til øll, sum hava hjálpt til á ymsan hátt, bæði á kvøldinum og í tíðini frammanundan.

Um onkur ikki náddi at stuðla, so ber tað framvegis til at lata pening til Landsinnsavningini mánaðin út.

Á heimasíðuni hjá Reyða Krossi ber til at síggja sendingina, umframt stuðulin frá fyritøkum og samlaða úrslitið frá einstaklingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo