Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í tíðindaskrivi í dag skrivar arbeiðsgevarafelagið, at føroyskar fiskavørur skulu rinda umleið 30 prosent í tolli av útflutningi til India samstundis sum Norra og Ísland, sum limir í EFTA, í næstum sleppa heilt undan hesum tolli; tí EFTA hevur gjørt fríhandilsavtalu við India.

Vit sleppa tíverri ikki at gerast limir í EFTA, óansæð hvussu nógv vit bøna og biðja, tí hesin felagsskapur er bara fyri sjálvstøðug lond. EFTA hevur nú fríhandilsavtalur við 31 lond umframt ES, meðan føroysku avtalurnar kunnu teljast á einari hond.

Í somu løtu, sum vit gerast sjálvstøðug, kunnu vit lima okkum inn í EFTA. Sama er galdandi fyri WTO limaskap, ið aloftast er ein fortreyt fyri at kunna gera handilsavtalur í heila tikið.

Tí, er mann ikki limur í WTO, er mann hvørki fuglur ella fiskur í altjóða handilshøpi; men bara eitt spøkilsi, sum fá viðurkenna og vilja gera handilsavtalu við.

Ríkisrættarliga støðan og manglandi altjóða limaskapir kosta okkum hundraðtals milliónir í mistum inntøkum hvørt ár.

Hetta snýr seg sostatt ikki bara um tjóðskaparkenslur. Hetta snýr seg í stóran mun um vinnumøguleikar og um stórar inntøkur.

Eg havi enn ikki møtt einum sambandsfólki, sum ikki kann taka undir við, at vit skipa okkum sum eitt sjálstøðugt land, um tað bara kann vera í tøttum samstarvi við Danmark.

Onkur (sambandsmaður) hevur luftað tankan um ein ríkjafelagsskap; ein felagsskap millum tvey ella trý javnstillaði, sjálvstøðug lond. Tað hevði verið ein smidlig og skjót loysn, ið øll kunnu liva við og sum hevði loyst hesar trupulleikar og mangar slíkar í einum høggi.

So kanska er løtan tann rætta til at vit gera eina breiða semju um hetta stórmálið. Tí tað hevur sanniliga skund.

Gera vit einki, men mala víðari sum ketta um heitan greyt, halda vit á at bløða hundraðtals milliónir um árið.

Loysing snýr seg ikki um at SLÍTA sambond. Loysing snýr seg tvørturímóti um at KNÝTA sambond við onnur lond og við altjóða felagsskapir. Sambond, sum bara sjálvstøðug lond kunnu knýta.

Erling Eidesgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo