Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Risastóra ferðamannaskipið Oceania Cruises sum í morgun skuldi koma á Runavík við 1200 ferðafólkum umborð umframt eini manning uppá 800 hevur avlýst.

Tað upplýsir Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fyri VP.

- Sum tað sær út nú fara tey beinleiðis til Íslands, sigur hann.

Ferðafólk umborð, sum VP hevur samband við, hava fingið upplýst frá skiparanum, at nógvur vindur og ring líkindini eru orsøkin til, at skipið ikki leggur at í Føroyum kortini.

Hetta var annars fyrstu ferð, at hetta skipið skuldi vitja og eisini fyrstu ferð, at eitt ferðamannaskip skuldi liggja í tveir dagar.

Skipið er 240 metrar langt, og hevði fólk úr eitt nú USA, Kanada og Australia við umborð, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri og fyrrverandi havnarmeistari í Runavík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo