Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SSL: Ritan fer mánadagin 23. oktober á beding hjá KSS í Klaksvík. Umframt vanligt árliga eftirlit og viðlíkahald verður ein nýggjur krani settur í Rituna. Jósup røkir siglingina á Fugloyar- og Svínoyarleiðini eftir vanligu ferðaætlanini fyri leið 58, ímeðan Ritan er á beding. 

Sildberin fer á beding frá 27. november. Jósup fer at avloysa Sildberan og siglir tá á Skúvoyarleiðini eftir vanligu ferðaætlanini fyri leið 66. Tá ið Ritan, sum er 52 ára gomul, og Sildberin, ið komandi ár verður 30 ár, hava verið á beding, skulu eftir ætlan ikki fleiri skip hjá SSL á beding í ár. 

Nærri kunning um, nær ið Ritan og Sildberin vera í sigling aftur, verður løgd út á www.ssl.fo og kunngjørd við sms-skipanini hjá SSL, har ein kann melda seg til og fáa kunning fyri ávísa farleið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo