Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ísraelskir hermenn og avvarðandi hjá teimum yvir 1.200 píndu, neyðtiknu, dripnu, avhøvdaðu jødunum í øllum aldrum, pinkubørn til avgomul, vóru ikki liðug at finna øll líkini og gíslarnar hjá Hamas í Gaza.

Straks byrjaðu vinstrahallir Hamas-hepparar kring heimin at geva Ísrael og jødunum skyldina fyri ta størstu einstøku jødatýning farna vikuskiftið síðan Holocaust.

Í Føroyum trívist anti-semitisma væl eins og aðrastaðni.

Ein Petur Martin Johannesen í Fámjin(?) legði mikudagin sína søgu um jødar og palestinar út í VP.

Hvussu kann hann moralskt javnstilla sivilar jødar við vápnaðar barbarar hjá Hamas?

Hansara søguliga heimild er ein Gaza-genta, ið hann kennir.

Palestinsk søgufrøði er vøkkul trúargrund at byggja á hjá hesum Petur Martini, ið bæði leikar urgu í Tvøroyar kirkju og stjórnar kirkjukórinum Ljómi í Vági.

Jødasøgan smbr Hamas átti ikki at rinið við ein kirkjutænara í Vági og á Tvøroyri.

Lurtar Petur Martin meiri eftir síni Hamas-vinkonu enn eftir jøda/kristna boðskapinum í Fólkakirkjuni?

Søgan um jødarnar í 3 áratúsund
Í 2.500 ár hava jødar á páskum lisið orðini úr síni halgubók: “Í hvørjum ættarliði skulu okkara fíggindar royna at týna okkum.”

Tað var sorgarsangurin hjá útlagnum jødum úr Babylon til Buchenwald.

Tað var barnagráturin hjá jødamøðrum og børnum frá Heródisi til Himler.

Tað vóru síðstu suffini hjá jødum frá Massada til Majdanek.

Tað upplivdu spanskir jødar, jagstraðir úr Spania í 1066 og aftur eftir 1492.

Tað var harmaljóðið frá fyrst rændum og so útvístum jødum úr Onglandi í 1290.

Jødahatur frá Abraham til Abbas

Jødar hava liðið frá Gosen til Gøbbels, frá Haman til Hamas.

Øvund er ein av teim 7 bíbilsku  deyðssyndunum. Øvund hevur ligið fremst í muruni hjá islamum frá Ismael til ISIS.

Eitt lop fram móti okkara tíð
Í 1948 stóð á jøvnum millum Jødar og palestinar, uml. $ 1.000 árliga í miðal inntøku pr. høvd.

Í 2005 noyddi Ariel Sharon, forsætisráðharri í Ísrael, allar teir 5.000 jødarnar úr Gaza og gav Gaza-búgvum sjálvstýri.

Í 2005 og 2006 valdu palestinar frítt til sítt tjóðarting. Hamas vann í Gaza og Fatah í Palestine Authority (PA). Síðan hava teir ikki tosað saman men dripið fleiri leiðarar.

Fólkastýri eru fólk í hesum bandittstatum ikki skikkað til.

Tey hava bert eina politiska drívmegi: Hatur til Ísrael og allar jødar.

Í 2010 var miðal inntøkan í Gaza og PA (vit kristnu kalla ‘PA’ Judea og Samaria) eini $3.000 árliga pr. íbúgva. Nakað tað sama sum í flestu arabisku grannalondum.

Teir 5 mió palestinar liva av vesturlendskari neyðhjálp, sum teirra leiðarar og fongslaðu drápsmenn ríka seg sjálvar upp av og (nú saman við pengum frá Iran) til vápn at drepa jødar við.

Jødasøgan besta prógv, at Gud er til
Síðan 2011 til 2021 er ísraelska miðalinntøkan pr. íbúgva hækkað úr $35.000 upp í $ 54.000.

Í vísindum smyrja jødarnir islamar av: 197 jødiskir móti bert 11 islamskum nobelvinnarum, hóast muslimar telja 100 ferðir so nógv fólk sum jødar.

Allir muslimar, eisini Hamas í Gaza, hata jødar av innasta hjarta.

Teirra skúlabøkur í landalæru vísa landkort av Miðeystri uttan Ísrael.

Nýliga drupu týskir nazistar allar jødar. Nú drepa Hamas nazistar jødar, um teir sleppa.

Men fyri okkum kristnu er Ísrael eitt Guds undur.

Søgan um jødarnar er besta prógv fyri, at Gud er til.

Petur Martin, hugsa um tað næstu ferð, tú leikar urgu á Tvøroyri ella stjórnar kóri í Vágs kirkju.

Tað, sum Hamas gjørdi móti sivilum jødum, er reinur óndskapur. Verj ikki hann.

“Næsta ár í Jerusalem”
Ná, men aftur til jødasøguna, sum er sorg oman á sorg og harður mótburður.

Sama sorgarkvæði hevur ljóðað frá milliónum av forfylgdum og dripnum jødum í øldir.

Trajan keisari í Rom oyddi Jerusalem í 70 e. Kr, drap 1,1 mió jødar, flutti 7-armaða ljósastakan úr seinna Templinum til Róm og seldi 97.000 av teimum sum trælir.

Tann endaliga diasporan, útlegdin, av jødunum úr gamla Ísrael, hendi í 135 e. Kr, tá Hadrian keisari stongdi Jerusalem fyri jødar og spjaddi teir um alt Rómaríkið, seinni Evropa og heimin.

Jerusalem verður nevndur 669 ferðir og Zion (sami býur) 154 ferðir í Bíbliuni.

Navnið Jerusalem verður ikki nevnt í Koranini.
Tað merkir, at islamar ikki kunnu krevja fornsøguligan ognarrætt til Heilaga Býin og Heilaga landið.

Ei undur í, at útlagnir jødar ígjøgnum øldir hava heilsað hvør øðrum við orðunum: “Næsta ár í Jerusalem.”

Men tann dreymurin gekk ikki í uppfylling fyrrenn 15. mai 1948 (góð 1.800 ár eftir útlegdina), tá ið ST samtykti at viðurkenna statin Ísrael.

Zionisma og hebraiskt nóðurmál
Ben Jehuda (1858-1922) endurreisti hebraiska málið úr Gamla Testamenti, so nýggja Ísrael í dag brúkar sítt gamla halga mál aftur.

Theodor Hertzl (1860-1914) var eysturríkskur jødi, blaðmaður og grundleggjari av Zionismuni.

Hesir báðir festu í jødiska ynskið frá 1890-unum at keypa lendi til ein ísraelskan stat í gamla landinum (tá partur av muslimska Osmannaríkinum, nú Turkalandi).

Landið var mest oyðimørk og mýrulendi, har fáir jødar og nakrir arabar búleikaðust í 1880-unum.

Uttan jødar hevði Palestina verið sama oyðimørk eins og 90% av øllum Miðeystri.

Eftir 1. Heimskríggj tóku sigursharrarnir Bretland og Frakland Palestina frá Turkalandi, og Fólkasamgongan (seinni ST) arbeiddi við at býta landið sundur millum arabar og jødar millum Jordan og Miðjarðhavið.

Jødar góðtóku, arabar vrakaðu
Tá 2. Heimsbardagi endaði, var jødiska fólkið fjølgað til 700.000 og arabar nakað tað sama.

Tey flestu, ið fluttu til í 1930- og 40-unum, vóru leivdir av jødunum úr Evropa.

Hitler hevði dripið 6 av 9 mió jødum (Holocaust) í Evropa eftir bara 5 árum.

Tey flestu, ið yvirlivdu, búðu í Ruslandi sum forfylgdur minniluti og USA sum fræls.

Ynskið hjá jødum eftir kríggið var at fáa stovna statin Ísrael, men mótstøðan hjá øllum muslimum var gróthørð.

Á vári 1948 samtykti Jødiska Ráðið við David Ben Gurion sum formanni á ½ tíma stuttum fundi í Tel Aviv at lýsa statin Ísrael við fólkarættarligum gildi.

14. mai sama ár lýsti ST mandatøkið Palestina at verða býtt sundur í ein smalan jødiskan og ein palestinskan geira.

Jødar góðtóku straks ST-uppskotið, men palestinar vrakaðu tað.

4 kríggj í Miðeystri, sum jødarnir vunnu
Morgunin eftir lupu 5 arabiskir herar á teir 700.000 illa útgjørdu jødarnar í Ísrael.

Bardagin millum partarnar (1 jødi móti 20 arabum/palestinum) endaði við, at arabar taptu og máttu samráðast við Ísrael um vápnahvíld.

Eini 500.000 palestinar í økinum fingu boð frá sínum 5 grannalondum at savnast í 2 størri umráðum, Gaza í Egyptalandi, og Palestina í Jordan.

200.000 arabar, sum vildu, sluppu at búgva í Ísrael við øllum rættindum. Nú telja tey 2 mió og vilja ikki búgva aðrastaðni.

Tey 5 arabisku londini lovaðu sínum muslimsku trúarfeløgum, at tey skuldu leypa á Ísrael seinni og lata palestinar fáa alt landið aftur, eisini ísraelska partin.

800.000 jødar, ið búðu um alt Miðeystur, vórðu bodnir at koma heim til Ísrael.

Síðan eru 4 mió jødar aftrat fluttir til Ísrael úr heimisins londum, flest úr Ruslandi.

Ísrael vunnið 4 kríggj móti arabum
4 ferðir síðan frælsiskríggið í 1948 hevur lítla Ísrael barst fyri lívinum móti arabum.

Fyrst Suez-kríggið í 1956, so 6-dagakríggið í 1967,  Yom Kippur-kríggið í 1973, og so kríggið móti Hezbollah í Libanon í 1982.

Nú hevur Hamas byrjað 5 kríggið móti Ísrael.

Ísrael og Vestanlond hava boðið PLO, Hamas og PA 13 ymsar friðarloysnir.

Ísrael hevur boðið teimum upp í 93% av øllum tí lendi (uttan Jerusalem), sum Ísrael tók eftir stórsigurin í 6-dagakrígnum.

Men svarið frá palestinum er hitt sama sum í 1967: Eingin viðurkenning, ongar samráðingar og eingin friður við Ísrael.

Palestinar siga sum Iran: “Ísrael er lítli og USA er stóri Satan.”

Ísrael og jødar skulu sópast út í Miðjarðarhavið. ‘”From the River (Jordan) to the Sea (Miðjarðhavið). Palestine will be free.” (Altso frítt fyri jødar).

Hamas- og Fatah-menn eru so ósiviliseraðir, at teir høvdu gjørt Ísrael til eitt marruland.

So Petur Martin. Tú mátti ikki komið tær at gjørt nakað so anti-semitiskt sum at skuldseta jødar og Ísrael fyri, at palestinar (og flestu muslimar) eru óskikkaðir til at byggja og reka nútíðar samfeløg.

Islam er ein politisk krígsreligión, ið byggir á hatur móti jødum og vesturlendingum.

Uttan olju og vesturlendska neyðhjálp vóru fleiri mió muslimar sum sagt ‘berføttir, dadluetandi jihadistar’, sum siviliserað fólk ikki kunnu flætta við.

Fleiri muslimsk lond eru bestialir terrorstatir, sum teir prógvaðu farna vikuskiftið.

Óli Breckmann

Her er video frá BT, sum flestu føroyingar skilja.

Sterk samrøða við pápa at dripnari 8 ára gamlari dóttur.

Sí video her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo