Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kvinnan, sum hevur saksøkt Rudy Giuliani, hevur ljóðupptøkur, skrivar The Daily Beast.

Noelle Dunphy krevur tíggju milliónir dollarar í endurgjaldi frá Rudy Giuliani fyri millum annað kynsligan ágang. Hon saksøkti hann í mai.

Hon ákærir hann fyri at hava noytt seg til oralsex og kynsligt samband, og sigur at hann kom við sexistiskum, rasistiskum og antisemittiskum úttalilsum, tá hon arbeiddi hjá honum millum 2019 og 2021.

Nú hevur advokatur hennara latið inn úrskrift av ljóðupptøkum, hon gjørdi av fyrrverandi borgarstjóranum í New York.

Advokatarnir hjá Giuliani hava áður avsannað allar ákærurnar, skrivar The Daily Beast. Teir siga at sambandið teirra millum var bygt á samtykkju og at Dunphy bert vil hava pengar.

Ljóðupptøkurnar geva tó eitt fascinerandi innlit í sambandið millum Giuliani og Dunphy.

«Kom her, stór bróst! Kom her, stór bróst! Eg eigi tíni bróst! Gev mær tíni bróst! Eg krevji at fáa míni bróst, eg vil hava míni bróst! Eg eigi tíni bróst», sigur Giuliani í einari av upptøkunum, sum er frá 12. mars 2019.

«Hesi bróstini eigi eg. Og eingin annar!», heldur hann fram, sambært The Daily Beast, skrivar norska TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo