Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Lógaruppskotið hevur til endamáls at loyva rúsdrekkaframleiðarum í Føroyum at selja sína egnu framleiðslu, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, á framleiðslustaðnum, stendur í uppskotinum sum Bjarni Kárason Petersen legði fram.

- Sum er kann Loyvisnevndin loyva føroyskum framleiðarum at selja sína framleiðslu, sum í sær hevur í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi, í egnum sølubúðum.

- Við hesum lógaruppskotinum fær Loyvisnevndin heimild til eisini at loyva framleiðarum at selja sína framleiðslu, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, frá sjálvum framleiðslustaðnum í sambandi við gestavitjanir o.tíl. Slík søla verður ikki loyvd frá øðrum sølubúðum, sum framleiðarin hevur, og sum ikki eru á framleiðslustaðnum.

- Mett verður, at tað í størsta mun verða útlendsk ferðafólk, sum fara at keypa rúsdrekka í samband við vitjanir á framleiðslustaðnum. Vitjandi kunnu tó vera bæði útlendingar og føroyingar. Mett verður eisini, at hetta ikki fer at økja um útbreiðsluna og nýtsluna av rúsdrekka í Føroyum, stendur millum annað um endamálið við uppskotinum.

Alt uppskotið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo