Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

 “Skal rúsdrekkalógin liggja undir Løgmálaráðnum, ella burdi hon ligið undir Heilsu- ella kanska Almennamálaráðnum, ið sita við avleiðingum av rúsinum?” Hendan spurningin setti eg politikkarunum, ið vóru møttir til tiltakið Føroyar uttan rúsevni, ið Javnaðarflokkurin skipaði fyri 23. august í Perluni, og hendan spurningin vil eg nú seta tykkum øllum, ið lesa hetta.

Hesin spurningurin hevur ikki verið spurdur fyrr, so vítt eg veit, og eg sakni, at vit sum samfelag fara í eitt djúpri kjak um rúsdrekka og rúsdrekkalógina. Eg sakni eisini eina viðurkenning frá teimum, ið vilja liberalisera lógina, at rúsdrekka kann og hevur avleiðingar í okkara samfelagi.

Mín spurningur til Føroya fólk er: “Skal rúsdrekkalógin liggja undir einum ráði, ið hugsar um vinnuna og inntøkur frá ferðafólkum, ella burdi hon verið flutt undir eitt ráð, ið situr við avleiðingunum”?

Hvat kostar tað Føroyum í krónum og í menniskjaligum avleiðingum?
Hava vit nøkur hagtøl um, hvussu umfatandi trupulleikin er í Føroyum? Eg skrivaði mína master ritgerð um rúsviðgerð og nýtslu í Føroyum og eg havi arbeitt hjá Bláa Krossi síðani 2012, og mær vitandi, eru eingin hagtøl í Føroyum, sum vísa á hvussu nógv hava ein rústrupulleika, og hvussu nógv eru avvarandi hjá einum við rústrupulleikum. Fyri at taka tvey punkt fram:

- Hvat kostar rúsdrekka føroyska samfelagnum? Ovurnýtsla av rúsdrekka kostaði donsku kommununum 3,4 millardir krónir í meirkostnaði í 2014, harafturat koma stóru “regionale sunhedsomkostninger” og kommunalu útreiðslurnar, ið ikki kundu roknast í hesari rapportini, t.d. heimahjálp, uppvenjing og vardir bústaðir. Rapportin vísir á, at um ein skal rokna allar útreiðslur við hjá øllum danskarum, ið vera mettir at hava eina ovurnýtslu, so er upphæddin áleið 11 milliardir krónur.

- Hvussu nógv avvarðandi eru í Føroyum? Fólkaheilsuráði kann vísa á Fólkaheilsukanningina frá 2019, at 10-15% av føroyingum drekka ov nógv, men hesi tølini taka ikki hædd fyri avleiðingunum á øðrum. Tað eru ymiskar definitiónir av, hvat ein rústrupulleiki er, og hetta má takast hædd fyri. Frid A. Hansen, ið er sálarfrøðingur og fyrrverandi fagligur leiðari á Borgerstadklinikken í Norra, hevur arbeitt við rúsviðgerð og teimum avvarðandi í nógv ár. Hon vísti á, at tá ið tú spyr ein við rústrupulleikum hvussu leingi hann hevur verið bundin, sigur viðkomandi oftast eini 2-4 ár. Spyr tú tey avvarðandi, siga tey 10-12 ár, og tí má hetta perspektivi takast við – 10-12 ár er ein heilur barndómur.

Definitiónin uppá ein rústrupuleika
Frid A. Hansen sigur í sínum fyrilestrum, m.a. her í Føroyum, at “talan er um ein rústrupulleika tá nýtslan av alkohol órógvar tær uppgávur og funktiónir, ið skulu røkjast í familjuni, og um kensluligu bondini/relatiónirnar í millum menniskju vera tyngd ella órógvaði av alkohol nýtsluni hjá einum øðrum”. Við øðrum orðum, tað er ikki nøgdin av rúsinum, hvat slag av rúsi ella hvussu ofta man rúsar seg, men tá tey rundan um verða ávirkaði og føla sviðan av rúsnýtsluni hjá einum øðrum, at talan er um ein rústrupulleika.

WHO viðmælir
Eg haldi tað vera sera álvarsamt, at tað verður arbeitt fyri at liberalisera eina lóg, tá vit ikki hava hagtøl yvir, hvussu nógv hava tað trupult við verandi lóggávu –  her tosi eg um sálarligu, likamligu og fíggjarligu avleiðingar á børn, vaksin, familjur og samfelagið sum heild.

Gransking vísir á, at bestu og kostnaðar effektivastu fyribyrgingarháttirnir eru:

- Avmarka atgongd (aldursmark, avmarka tal av sølustøðum og avmarka tíðspunktum sølustøðini eru opin)

- Høgur prísur á vøruni

- Bann á marknaðarførslu

Og hetta er eisini tað ið WHO viðmælir á teirra “best buys” lista, til hvussu vit bjarga fleiri lívum við minni av pengum. Sum dømi, kann vísast á Litava, ið er eitt land við uml. 2 milliónum fólkum, sum í 2017 tók avgerð um, at seta fleiri avgjøld á rúsdrekka, bannaði øllum lýsingum í útvarpi, sjónvarpi og á sosialum miðlum (ið manglar í Føroyum) og broytti aldursmarki til 20 ár. Uppá eitt ár, var talið av deyðum orsaka av rúsdrekka, lækka við 4,8 %. Tað vóru eisini færri bilvanlukkur, skaðar og innleggingar.

Skulu vit taka eitt dømi um tað øvugta, valdi Finnland í 2003, at minka um avgjøldini á rúsdrekka við einum triðingi. Teirra Fólkaheilsustýrið (Terveyden ja hyvinvoinnin laitos) metti, at hendan broytingin fór at kosta áleið 600 fólkum lívið um árið. Harafturat var mett, at talið av fólkum ið drukku ov nógv, vaks frá 400.000 til 600.000. Hóast politikkarinir fingu hetta at vita, valdu teir allíkavæl at stemma fyri broytingunum og talið deyðum, orsaka av alkoholi, vaks frá 3000 til áleið 3610 fólk. Seinni valdu teir so aftur at økja um avgjøldini í átta stigum og sølan minkaði tilsvarandi.

Gransking er týðilig um, at tá tað verður slaka við lógunum, økist sølan. Økt søla merkir eisini hægri alkoholnýtsla, ið leiðir okkum aftur til avleiðingarnar.

Áðrenn nøkur lóg verður broytt, kundi eg hugsa mær at m.a. hesir spurningarnir verða svaraðir:

- Hvussu nógv fólk í Føroyum hava ein rústrupulleika?

- Hvussu nógv børn vaksa upp í einum heimi, har rúsdrekka og/ella rúsevnir er ein trupulleiki?

- Hvussu nógv avvarðandi eru í Føroyum, ið eru ávirkaði og føla sviðan av rúsnýtsluni hjá einum øðrum? Foreldur, systkin, børn, makar, ommur og abbar.

- Hvat kosta rúsdrekka/rúsevnir samfelagnum í dag (fylgissjúkur, viðgerð, politimál, barnavernd, sálarligar avbjóðingar hjá avvarðandi, o.s.fr)?

- Hvør skal sita við rúsdrekka lógini? Síggja vit hana sum eitt vinnumál ella eitt heilsu / almanna mál?

Um vit ikki hava tøl uppá hetta áðrenn lógin verður broytt, so kunnu vit jú ikki meta um, hvørja ávirkan broytingin hevur – og tað er óforsvarligur politikkur, tá hugsa verður um møguligu avleiðingarnar.

Við hagtølunum í ryggsekkinum kunnu vit øll somul byggja uppá meira enn “eg haldi” og “eg trúgvi ikki”, og tí vil eg heita á politikkararnar um at ikki broyta rúsdrekka lógina.

Lív Brúsá
Sálarfrøðingur á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya

Keldir
 https://www.sst.dk/-/media/Udgivelser/2017/Kommunale-omkostninger-alkoholoverforbrug/Kommunale-omkostninger-forbundet-med-overforbrug-af-alkohol.ashx

2 https://www.folkaheilsa.fo/Files/Files/Tidindi/Fragreidingar/    Tidindaskriv-Folkaheilsukanning-2019.pdf

3 Berdzuli et al, Alcohol Control Policy in Europe: Overview and Exemplary Countries. Int j Environ Res Public Health. 2020 Nov; 17(21):8162. Doi: 10.3390/ijerph17218162
4https://www.who.int/news/item/26-05-2023-more-ways--to-save-more-lives--for-less-money----world-health-assembly-adopts-more-best-buys--to-tackle-noncommunicable-diseases

5 Štelemėkas M. et al. Alcohol control policy measures and all-cause mortality in Lithuania: An interrupted time-series analyses. 2020.

6 Statistics Finland & THL. Stutt um hetta kann m.a. síggjast á www.youtube.com/watch 4:29:00-4:37:00

7 Ein bók um søguna av rúsdrekkalógum í norðanlondum, ið vísur til eitt ótal av keldum, ið vísa økta sølu tá WHO viðmælini ikki vera fylgd - https://iogt.org/wp-content/uploads/2015/03/nad42.pdf

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo