Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Læknar í ukrainska býnum Butsja hava funnið spískar seymlíknandi pílar, fléchette, í hópgrøvum, har russar hava fjalt dripin sivilfólk í økinum Butsja-Irpin.

So nógvar sum 8000 fléchettes, ið eru 3-4 cm til longdar, kunnu vera í eini tíðarinstillaðari bumbu, sum russar hava sent móti sivilfólki.

Bumban brestur, so hon sleingir fléchett-pílarnar 100 metrar fram í eitt umvav, sum er 300 metrar og elvir til mest møguliga effekt, tá deyði er endamálið.

Tað skrivar bretska avísin The Guardian, sum í gjár útgreinar russiska drápsvápnið, sum er elligamalt.

Les her

Svenska Kringvarpið hevur somu søgu við støði í samrøðu við Ove Bring, sum er serkønur í fólkarætti og professari í altjóða rætti.

Hann metir russisku fléchette vápnini at vera serstakliga ómenniskjanslig.

Í 70’unum og 80’unum var hann partur av svenskari sendinevnd, sum á vápnaráðstvenu í Genève royndi at forbjóða hesum slag av vápni, men enn er tað ikki eydnast.

Í øllum hesum londunum er vápnaídnaðurin serstakliga sterkur.

Les her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo