Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Óvanliga nógv russisk skip hava ligið á Havnini seinastu dagarnar, bæði trolarar og móðirskip sum trolararnir brúka til at umskipa veiðuna.

Tá skipini vóru flest, vóru seks trolarar og trý móðirskip, verður upplýst av Tórshavnar Havn. Okkurt av skipunum var til umvælingar hjá Mest.

Trolararnir eru allir undir russiskum flaggi, ímeðan móðirskipini hava verið undir øðrum flaggi, tó at tey eru at meta sum russisk, verður upplýst.

Havnarskrivstovan veit onki um, at nakað annað russiskt skip er á veg á Havnina, men okkurt liggur í Runavík.

Onki alment forboð er sett russiskum skipum at koma í føroyska havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo