Russiska skipið Admiral Vladimirsky, sum skal eitast at vera havrannsóknarskip, hevur systematiskt siglt við kristiskan infrastruktur í Eystursjónum, Stórabelti, Kattegat og Norðsjónum.
Tað avdúkar DR í samstarvi við NRK, SVT og finska YLE.
Kortleggingin hjá miðlunum vísir, at rutan hjá skipinum var fleiri ferðir framvið bæði núverandi og komandi havvindmyllulundum, har tað var í fleiri dagar.
Fyri DR meta fregnartænstukeldur og serfrøðingar, at uppgávan hjá Admiral Vladimirsky er at fyrireika sabotasju, so Russland hevur møguleikan at raka kritiskan infrastruktur, millum annað streymveiting, skrivar ING.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo