Júst í hesi løtu liggur eitt russiskt skip við Skansabryggjuna í Havn, sum í Noreg er undir illgruna fyri at reka njósnaravirksemi, skrivar KVF.
Og tað eru fleiri russisk fiskiskip, sum eftir øllum at døma reka njósnaravirksemi í norskum øki.
Tað er niðurstøðan í nýggjari heimildarsending, sum stóru norðurlendsku sjónvarpsstøðirnar, norska NRK, svenska SVT, finska YLE og danska DR hava gjørt í felag.
Millum annað er serlig hernaðarlig sendiútgerð funnin umborð á nøkrum av hesum skipum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo