Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Runavíkar býráð tók á býráðsfundi seinasta hósdag – 21.03.24 - avgerð um, at seta Sæunn Lamhauge Nolsøe í starvið sum kommunustjóri í Runavíkar kommunu.

Starvið sum kommunustjóri varð lýst leyst í januar, og tá umsóknarfreistin var farin 25. februar, vóru 9 umsøkjarar til starvið.

Sæunn Lamhauge Nolsøe er 52 ára gomul, og hon hevur HD-útbúgving í uttanríkishandli, leiðsluútbúgving og bankaútbúgving. Hon hevur drúgvar leiðsluroyndir, so sum økis- og deildarstjóri innan bankavinnuna í Føroyum og sum samskiftisstjóri í tele- og postvinnuni í Grønlandi.

Uppgávan sum kommunustjóri í Runavíkar kommunu er avbjóðandi og spennandi. Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum og sum leiðari fyri miðfyrisitingini í Runavíkar kommunu, beint undir borgarstjóranum.

Víddin í Runavíkar kommunu er stór, og í 15 bygdum – úr Æðuvík norður til Funnings – búleikast á leið 4.400 borgarar. Í miðfyrisitingini hjá Runavíkar kommunu eru 17 starvsfólk, og samanlagt starvast umleið 250 starvsfólk hjá Runavíkar kommunu og á stovnum, sum kommunan varðar av.

Sæunn Lamhauge Nolsøe byrjar í starvinum sum kommunustjóri skjótast tilber.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo