Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hitti í gjár ES-nevndarlimin í handilsmálum, Valdis Dombrovskis, á fundi í Brússel.

Teir umrøddu ætlanina at menna eitt sterkari og meira fjøltáttað samstarv millum Føroyar og ES.

Serligur dentur var lagdur á ynskið hjá landsstýrinum um eitt styrkt handilssamstarv við ES, ið kann tryggja føroyskum framleiðarum og útflytarum betri marknaðaratgongd til ES-marknaðin fyri virkaðar fiskavørur.

“Talan var um ein góðan og jaligan fund. Vit viðgjørdu hvussu farast nú skal fram fyri at røkka ítøkiligum betringum. Í mong ár hevur ynski verið um at menna eitt yvirskipað og nútímans samstarv við ES á fleiri økjum. Nýggja geopoltiska støðan ger, at tað er meira umráðandi enn áður at styrkja viðurskiftini millum Føroyar og ES.  Hóast Føroyar longu hava eitt samstarv við ES á ymiskum økjum, og havi eg góðar vónir um at útlit eru fyri at menna viðurskiftini meira, ikki minst á handilsøkinum," segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður eftir fundin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo