Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

TUTL Records 2024: “Sandonian Comfort“ kom til verðina burtur úr einum groove eksperimenti, tá Arnold Ludvig gjørdi royndir við tilvildar- og sannlíkinda-generatorum í Ableton LIVE. Arbeiðsheitið var “76 bpm Groove Beat“.

Fyrst gjørdi hann eitt trummu-beat í einum ‘drum-rack’, har hann brúkti tað klassisku 808 trummu maskinuna.

Síðani fann Arnold eitt synth-bass ljóð, lagaði tað eitt sindur til og innspældi basslijnuna - bara eitt einfalt groove, so at hann kundi spæla sær við tilvildar- og sannlíkinda-generatorarnar.

Honum dámdi ljóðið beinanvegin og eitt leiddi til annað.

Nokkso skjótt fekk hann íblástur til at spæla nakrar akkordin inn við einum synth-padhljóði, og so vaks tað bara til ta endaligu kompositiónina við topp-linjuni innspældari uppá hansara Gretsch gittara.

Til seinast legði Arnold nakrar vokalar afturat.

“Øll tilgongdin var nokkso skjót og var ein sonn fragd at uppliva. Eg skapti lagið í mínum egna fjálga heimi, heima á Sandi, so einasta passandi heitið, nakrantíð, vil altíð vera “Sandonian Comfort''. (...sigur Arnold Ludvig).

Heildar útgávan “Pushing Envelopes” hjá EagleCentric kemur út sum Vinyl-LP í august mánaði 2024.

"Sandonian Comfort" (3:41)
EagleCentric aka Arnold Ludvig

Credits:
electric guitar, voice, synth bass, synth pad,
synth sound design, drum programming,
mix, mastering, production
video footage & editing
by Arnold Ludvig aka EagleCentric

https://www.tutlrecords.com/product/sandonian-comfort-eaglecentric/ 

Released on the following formats:

Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).

You can check it out by using this link: https://bfan.link/sandonian-comfort 

"Sandonian Comfort" - Official Music Video - YouTube

https://youtu.be/4luvh6ddLSc

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo