Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Á myndini síggjast luttakararnir saman við Eyðstein Simonsen, undirvísara og Karl Vidtfeldt, formanni í B71

Á myndini síggjast luttakararnir saman við Eyðstein Simonsen, undirvísara og Karl Vidtfeldt, formanni í B71

Á myndini síggjast luttakararnir saman við Eyðstein Simonsen, undirvísara og Karl Vidtfeldt, formanni í B71

ÍSB: Seinasta vikuskiftið, 20. & 21. februar skipaði ÍSF fyri venjara 1 skeiði á Sandoynni. 10 fólk luttóku a skeiðnum, og hesi fingu handa prógv tá, skeiðið var liðugt.

Venjara 1 skeiðið er sera væl egna til venjarar, sum venja børn og ung í øllum ítróttagreinum. Skeiðið tekur ikki støðið í tí einstøku ítróttagreinini, men fevnur um allar teir grundleggjandi lutirnar, sum ein venjari eigur at taka atlit til, tá ein venur børn og ung.

Innihaldi á skeiðnum var bæði teoretiskt og praktiskt, og umfataði evnini:

- Ítróttur og venjing
- Ítróttaskaðar
- Ítróttur og børn.

Ítróttafeløgini í Sandoynni leggja stóran dent á at menna tilboðini til ungdómin í oynni. Hetta gleðast vit í ÍSF almikið um, tí kanningar vísa greitt, at ein av mest tíðandi orsøkunum til at børn og ung trívast í ítróttinum, er venjaraleikluturin.

ÍSF vil tí vera við til at tryggja, at góðskan í frítíðartilboðunum hjá børnum og ungum, er á so høgum fakligum støðið sum møguligt.

Undirvísari var Eyðstein Simonsen

Tríggjar ítróttagreinar vóru umboðaðar á skeiðnum, tær vóru; flogbóltur/flogbørn – fimleikur og fótbóltur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo