Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fleiri spennandi útlendsk og nøkur av teimum best umtóktu føroysku tónleikanøvnunum fara á pall í gongugøtuni og á Vaglinum í Havn leygarkvøldið 22. juli, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri fjórðu ferð skipar fyri Tórsfest. Tá verður gongugøtan og Vaglið í Havn aftur fylt við góðum tónleiki og veitslulag. 

Nýggjasta navnið á plakatini hjá Tórsfest eru norsku Seeb, sum fingu sítt heilt stóra altjóða gjøgnumbrot í 2015 við lagnum “I Took a Pill in Ibiza”. Síðani tá hava teir givið fleiri onnur hitt út sum t.d. "Breathe”, ” What Do You Love”, ”Under Your Skin”, “Kids” og “Boys in the Street”. Seeb hevur eisini endurspælt lagið "Hymn For The Weekend" hjá Coldplay, har tað higartil er spælt meira 350 milliónir ferðir á Spotify. 

Simen Eriksrud, Espen Berg og Nickas Strandbråten eru mennirnir, sum mynda Seeb. Teir framføra í summar á nógvum ymiskum festivalum kring heimin og tað hevur eydnast eisini at fáa heimskenda DJ-bólkin til Føroyar at framføra á Tórsfest. 

Tórsfest er hvørt ár vorið størri og seinast, tá millum annað Carpark North, Saybia og Sean Kingston vitjaðu, gjørdist útselt langt áðrenn Tórsfest byrjaði. 4.000 fólk vóru á Tórsfest í fjør og fyriskipararnir vænta, at tað aftur í ár verður útselt, tí forsølan hevur gingið sera væl.

Umframt Seeb, er longu kunngjørt, at John Martin og Michel Zitron, sum vit kenna frá Swedish House Mafia, David Bickler úr Survivor, Poul Krebs, Michael Falch, Friðrik Dór, Konni Kass, Swangah, Marius, Hamradun og Páll Finnur Páll eisini verða millum nøvnini á Tórsfest í ár. 

Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børnini á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo