Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Aftur í ár verður tónleikakappingin Sement í Reinsarínum í Havn. Hetta er sjeyndu ferð, at føroyskir bólkar kappast um heiðurin at gerast Sement vinnari, og vinningin, ið er upptøkutíð í Studio Bloch.

Áður hevur Sement sett gongd á yrkisleiðina hjá bólkum sum Hamferð, Guðrun og Bartal og seinast Konni Kass.

Tað er Margarinfabrikkin sum skipar fyri Sement. Tónleikakappingin er fyri bólkar og einstaklingar, har allar sjangrur eru vælkomnar, og tónleikarir í øllum aldrum eru kærkomnir.

Luttakandi fáa ein pall og høvi til at framføra í 15 minuttir, har í minsta lagi tveir triðingar av framførsluni skal vera egið tilfar.

Reinsaríið er aftur í ár karmur um tey trý innleiðandi umførini, ið verða ávíkavist, 13., 14. og 20. mai, og finaluni, ið verður 21. mai.

Fyriskipararnir av Sement vilja eggja øllum, ið gera sangir, kompositiónir ella liggja inni við tilfari, ið kann framførast, um at melda seg til kappingina.

Vinningar
Vinnarin fær eitt gávubræv frá Studio Bloch, ið eru tríggir dagar í upptøkuhølum við ljóðtøkningi, ið hevur eitt virði á 17.000. kr. Simme musikkhús letur eisini eitt gávubræv áljóðandi 3.000. kr.

Soleiðis meldar man seg til.

Trýst á leinkjuna og fyll formin út.

https://www.cognitoforms.com/Margarinfabrikkin/Sement2016Tilmelding

Konni Kass vann Sement í fjør, og hevur hon veruliga fingið vind í seglini, við nógvum framførslum bæði í útlondum og her heima á klettunum. Hon er við at leggja síðstu hond á sína frumútgávu, ið væntandi kemur út í næstum. Útgávan er upptikin í Studio Bloch, sum var ein partur av vinninginum fyri at vera við í Sement.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo