Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Annfinn Brekkstein varaborgarstjóri handaði steyp á degnum. Her Tvíspor l flokkur F.v. Regin Johannessen, Ása Bárðardóttir og Anna Magnussen.

Anna Magnussen og Freyr eiga munin á Regin Johannessen og Thor.

Annfinn Brekkstein varaborgarstjóri handaði steyp á degnum. Her Tvíspor l flokkur F.v. Regin Johannessen, Ása Bárðardóttir og Anna Magnussen.

Annfinn Brekkstein varaborgarstjóri handaði steyp á degnum. Her Tvíspor l flokkur F.v. Regin Johannessen, Ása Bárðardóttir og Anna Magnussen.

Anna Magnussen og Freyr eiga munin á Regin Johannessen og Thor.

Føroya Ríðingarfelag: Tað var undan kappingini ólavsøkudag, spátt um at Tvíspor l flokkur, kundi gerast sera spennandi. So var eisini, hvørki veðurguðar ella aðrir guðar kundi forða fyri hesum. Tí hóast veðrið ikki var til vildar, so munna tað vera ár og dagar síðani at so nógv ross hava verið so jøvn í  kappríðing í Føroyum. Munurin millum nummar eitt og tvey var 6 hundrandapartar av einum sekundi og munurin millum nummar eitt og nummar seks var bara gott hálvt sek.

Vinnari á degnum gjørdist unga Ása Bárðardóttir, ið kappast í sínum fyrsta ári millum tey vaksnu. Ása Bárðardóttir kappast á sínari egnu ryssu ið eitur Silfá. Nummar tvey á degnum gjørdist Anna Magnussen á Freyr og nummar trý Regin Johannessen á Thor. 

Hetta merkir at vit hava eina sera spennandi kapping um FM heitið. Nú tríggjar av fimm kappingum hava verið, hava vit havt tríggjar ymiskar vinnarar. Bragi vann við Leynavatn, Thor vesturi í Vágum og nú vann so Silfá á ólavsøku.

Tvíspor ll flokk vann veteranurin, Hans Pauli Polsen á Tindi, nummar tvey gørdist Rebecca Jørgensen á Tobba og nummar trý var Geir Wardum á Urd. Tvíspor ung, vann skjóti hesturin Sirkill úr Nólsoy, Ranja Halsdóttir Djurhuus ríðir á Sirkill. Trav vann systur Ranju, hon eitur Yrsa Halsdóttir Djurhuus og reið á hestinum Grettir, hetta er helst fyrstu ferð at Yrsa Halsdóttir Djurhuus sum hevur aldur til børn, vinnur kappingargrein hjá vaksnum. 

Seinastu tvær greinarnar vann Bárður Johannessen. Tølt vann hann á hestinum Stráki og Skeiðkappingina á ryssuni Syrpu. Bárður er eisini pápi Ásu Bárðardóttir, ið vann Tvíspor l flokk, so har hevur helst verið gleði og gaman heima hjá teimum um kvøldið aftaná kappríðingina. 

Anna Magnussen og Freyr eiga munin á Regin Johannessen og Thor.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo