Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Leikluturin hjá kommununum á vælferðarøkinum gerst alsamt størri, og samstundis er vælferðarsamfelagið og harvið kommunurnar undir stórum trýsti av stóru demografisku broytingunum, sum eru fyri framman. Kommunurnar standa tí fyri samfelagsligum avbjóðingum, sum krevja nýhugsan.

Fróðskaparsetur Føroya og Kommunufelagið hava í hesum sambandi gjørt 5-ára avtalu um at menna og skipa granskingarsamstarv millum partarnar, sum báðir partar hava áhuga í og fáa ágóðan av.

Samstarvsavtalan eitur SetursKom, og tað eru Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Setrinum, og Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, sum hava skrivað undir avtaluna. Høvuðsdenturin í henni er at menna verkætlanir innan fyri gransking og nýmenning.

- Kommunurnar í dag hava stórt og alsamt vaksandi virkisøki. Meira enn triðja hvør almenn skattakróna verður nú brúkt til at røkja uppgávur í kommunala geiranum. Talan er um alt frá tekniska undirstøðukervinum í kommununi til allar borgararelateraðar tænastur frá vøggu til grøv, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Uppgávurnar, sum formaðurin í Kommunufelagnum tosar um, vaksa skjótt í vavi, bæði á tekniska og fysiska økinum, eins væl og á sosiala økinum. Virkisøkið er komplekst og fyri at reka tað skynsamt, so krevst vitan og nýhugsan.

- Við hesum í huga er upplagt at styrkja samstarvið millum Fróðskaparsetur Føroya og føroysku kommunurnar, sigur hann.

- Kommunurnar vóna við hesum at stuðla undir gransking, sum viðger og kemur við møguligum loysnum, sum kunnu nýtast av kommununum til at loysa ítøkiligu avbjóðingarnar, sum kommunurnar fara at møta í framtíðini. Í sama viðfangi fær Setrið størri innlit í kommunala geiran og virkisøkini hjá kommununum. Tí verður talan um samstarv, sum er til gagns fyri báðar partar, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Tann granskingin, sum samstarvsavtalan fevnir um, skal skapa nýggja varandi vitan, sum virkar fyri at betra um og at menna tær tænasturnar, sum kommunurnar veita.

-  Heimurin broytist skjótt, og dagsins samfelag krevur snildar og burðardyggar loysnir. Kommunurnar hava nógvar avbjóðingar í dag, sum tykjast vaksa, sum tíðin líður. Hetta vilja vit á Setrinum hjálpa kommununum við og ætla at menna eina føroyska universitetskommunuskipan, har gransking verður sett í verk á kommunalum stigi, og har granskingargrundaðar loysnir verða mentar, sigur Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetrinum.

Samstarvsavtalan er í fyrsta umfari galdandi frá 1. november 2023 til 31. oktober 2028.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo