Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag eru 50 ár síðan Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band kom á bretska marknaðin. Í USA kom hon út dagin eftir.

Tað verður hátíðarhildið við einum nýggjum heimildarfilmi hjá Alan G. Parker, sum mikið hóskandi hevur heitið IT WAS FIFTY YEARS AGO TODAY!

Frá Miracle Films hevur Filmsfelagið keypt eina sýning, sum verður tikin niður mikukvøldið 7. juni kl 20.

Beatles-kennarin Uni Arge fer at innleiða sýningina.

Samstundis verða fleiri tónleikafløgur givnar út at hátíðarhalda 50 ára Sgt Pepper dagin. Tær fáa rímiligvís besta og enn betri ummæli allar samlar. Tí verður spennandi at síggja filmin, sum als ikki er ein tónleikafilmur, men ein prátingarsamur heimildarfilmur, og hoyra, hvat Beatleskennarar úti um landið halda um hann. Filmurin verður bara vístur hesa einu ferðina í Filmsfelagnum.

Les meir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo