Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Flogbóltssambandið: SÍ genturnar vóru sterkari í kvøld í steypafinaluni, tá tær møttu Fleyr. Úrslitið gjørdist 2-0 til SÍ.

Hóast hetta, so var dysturin bæði langur og spennandi og settini bæði vórðu avgjørd við minst møguligum muni.

SÍ vann 1. Sett 25-23, ímeðan tær vunnu 2. sett 27-25.

Hóast annað liðið úr Havn og hitt úr Sørvági, so var tað sermerkt, at tvær Bíggjargentur vórðu valdar til bestu leikarar á hvør sínum liði. Hjá SÍ var Anja Sólja Niclasen vald til besta leikara og hjá Fleyr varð Tóta Búadóttir vald til besta leikara.

Á vinnandi liðnum hjá SÍ leiktu: Andreja Petrovic, Fríða Haraldsen, Sólfríð Poulsen, Janna Falkvard, Sára Kambsgarð, Sólbjørg Johnsdóttir, Anja S. Niclasen og Rannveig Rós Joensen. Venjari er Rajko Petrovic.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo