Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Siloakórið: Sum undanfarnu mongu árini býður Siloakórið í Fuglafirði til konsert, nú áðrenn farið verður í summarfrí.

Kórið, ið er knýtt at samkomuni í Siloa, hevur mong ár á baki og hevur sínar regluligu venjingar eina ferð um vikuna.

Konsertin verður í Siloa nú mikukvøldið, tann 17. mai kl. 20.

Á skránni eru sangirnir, tey hava vant ígjøgnum veturin, saman við góðum gomlum – fyri tað mesta sangir, ið tónleikaliga eru í tí lættara endanum – teir flestu við undirspæli. Eisini eru fleiri solistar, ið syngja saman við kórinum.

Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og aftan á konsertina verður ein drekkamuður at fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo