Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ein nýggj fløga undir heitinum ”Til alle jer, vi før har kendt” er komin á marknaðin. Tað er føroyski útisetin, Simon von Konoy, ið stendur fyri útgávuni.

Tólv sangir eru á fløguni, og allir eru á donskum máli. Innihaldið er sera fjølbroytt. Løg sum ”Jeg bliver sindssyg”, ”Tømmermænd” og ”Jeg er en gammel hippie” mynda innihaldið.

Í flestum førum er tað Simon, ið eigur bæði orðini og løgini á sangunum. So er tó ikki við tittullagnum ”Til alle jer, vi før har kendt”. Talan er um gomlu landapláguna hjá Albert Hammond ”To all the girls we loved before”, sum á sinni m.a. varð sungin av Willie Nelson og Julio Iglesias. Simon syngur hana saman við Jacob Haugaard. Hetta er aðru ferð, at hann syngur tvísong saman við Jacob. Fyri skjótt fimm árum síðani sungu teir í felag sangin ”Fiskafrikadello”, sum eisini finst á hesi fløguni.

Tað er Tutl í Havn, ið stendur fyri søluni av skivuni í Føroyum. Í hesum døgum verður eitt eintak av plátuni send til flest miðlar - tó ikki Kringvarp Føroya, ið ikki ynskir at fáa fløguna sendandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo