Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skemtitekningar

Sírakkur ‘22: Sjálvur eri eg ímóti, at tað koma hermenn aftur til Føroya, at verja okkum. Tað var ein ræðulig tíð í 60 unum, tað blivu so nógvar ungar gentur við barn, og nógvar av teimum fluttu av landinum undan skommini. Eftir í Føroyum gingu gomlu dreingirnir í posatroyggjum, og lítið var at fáa.

Einasta góða, sum kom burtur úr, at Natomenn vóru í Føroyum og bíðaðu eftir russum, var at mikroovnurin varð uppfunnin.

Søgan
Ein morgunin stóð ein amerikanskur soldátur og kastaði sær av vatninum, við síðuna av einum at teimum stóru radarunum, sum stóðu á Sornfelli. Hann var ringur í høvdinum, tí hann hevði drukkið ov nógv øl kvøldið fyri, og kvøldið fyri, og kvøldið fyri. Øl er ringt fyri høvdið og bløðruna. Høvdið var so ringt, at hann ivaðist um hann sá klárt. Tá koma nakrir lomvigar flúgvandi. Tá teir koma inn fyri radarastráluna – PUFF !!! , datt tann eini niður, og var turr stoktur. Tveir aðrir fóru singlandi, illa svidnir.

Amerikanarin varð hjartkiptur, nú var uppá tíðina, at halda uppat at drekka, nú sá hann yvir seg. Hann hevði ikki meira enn klipt strálina av, og knappað splittuna, nú koma nakrir lomvigar afturat. PUFF !!, nú detta tveir niður, turrstoktir, og næstan klárir at eta. Hinir flugu skinklandi oman í Vestmannasund, við tíðiligum brekum eftir samanbrestin við radarastrálurnar.

Amerikanarin fór beint í song. Hann tørnaði inn í koyggjuna, og var liggjandi. Hann drakk nógv vatn, fekk sær bæði Albyl og Magnyl. Men hann skalv av skelkinum, og halusinasjónunum.

Soldatakammeratarnir hjá honum varnaðust, at hann var vorðin løgin. Teir royndu at lokka hann í ølklubban, og vístu honum myndina av Marylin Monroe, sum fletti upp um seg, men einki hjálpti. Hann vildi bara heim til unnustuna.

Ein dagin kom yvir sersjanturin inn til koyggjuna hjá honum, og spurdi hvat feilti. Men nei, hann var bara tvørur, beit í tummilin, sum hann hevði inni í dýnubetrekkinum.

Tá majorar og sjersantar høvdu tosað saman, var avgerðin tikin. Soildáturin varð sendur heim til West Virginia, haðani hann var komin.

Hetta hjálpti, mamman og pápin vóru ovurfegin fyri at hann kom heim. Og gentan á grannafarminum, Brenda kom at vitja. Tey vóru vartaði upp við amerikanskum pannikøkum, við ahorn sinnoppi, og majskubbum við smeltaðum smøri og pipari.

Pápi Mike, ja soldáturin æt also Mike (meik) sum man sigur. Men pápi hansara Bill Lee, var ein slags uppfinnari, hann læs dúliga “Populær Mekanik”, og gjørdi modelskip og bátar.

Hann var beint tá í ferð við at søkja um patent uppá ein nýggjan máta at dríva bátar fram við luft, sum blásti úr hekkuni á bátinum undir vatninum. Hetta skuldi ver perfekt til at ferðast í sump umráðunum í Amerika. Hann hevði gjørt eina klótu, ein træbát, sum var ein metur langur. Har hevði hann kroyst slanguna av motorsúkkluni niður í, og ventilurin stakk út úr hekkuni. Hann pumpaði so luft í slanguna, setti bátin í ánna, og har fór hann prutlandi til hann steðgaði.

Hevði hann nú bara kunna gjørt tað og tað afturat, so hevði tað verið eitt uppfinnilsi.

Mike kom fyri seg, men vildi ikki fortelja fyri nøkrum um upplivilsi í føroyum, men hann hevði uppfinnara evnini í sær. Í dag hevði bæði hann og pápin verið heiðraðir sum íverksetarar, og høvdu fingið stuðul. Hann byrjaði so smátt, at gera ein kassa, at strála kyllingar í .

Hann giftist við grannadóttrini, og hon fekk hansara eftirnavn: Brenda Lee (Lið). Kanska var tað eitt óeydnisnavn, tí hon hjálpti Mike at strála fuglar, og hon gjørdist sjúk og doyði av at standa og halda fenaðinum undir radaranum, meðan hann strálaði í ymiskum styrkjum. Tey høvdu tó dóttrina Alma, sum líktist mammuni uppá ein prikk, og var til stóra gleði fyri Mike og ommur og abbar.

Mike giftist upp aftur, men seinna daman fekk somu lagnu sum fyrra. Eisini hon andaðist av hørðu strálunum, men tey bæði fingu tó dóttrina Beatrice, sum var stór gleði fyri abban og ommuna, sum búði inni í býnum.

Radarkassarnir blivu tó minni og minni, og triðja konan hjá Mike brúkti ein klova, at halda høsnarungunum við. Tey fingu dóttrina Cesilia. Mike og konan Doris Lee (vanliga nevnd Dår Lee), búgva í dag á einum ellisheimi, eystaliga í West Virginia, og fáa ofta vitjan av døtrunum, ið allar eru væl giftar og tann eina væl skild.

Mike fekk patent uppá smáu stráliovnarnar, sum ein reklamumaður bað hann kalla fyri “Micro Oven” (meikro oven) eftir sær sjálvum. Hesir ovnar høvdu sjálvandi ikki verið til í dag, um ikki Mike smakkaði sær so nógv á, og kastaði sær av vatninum, á rætta stað og í røttu løtu.

So okkurt gott bleiv burtur úr, seinast klandur var um radarar á Sornfelli. Men nei, eg haldi ikki at vit skulu hava fremmanda hermegi aftur inn í landið. Tað gongur út yvir tær ungu genturnar. Onkur av teimum sum vóru ungar tá, burdu fingið krígspensión, tí tær vóru bumbaðar næstan hvørja nátt.

(Hendan søgan er skrøgg úr enda í annan)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo