Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum kjakinum er sera umráðandi at vit fyrst vita hvat tað er vit tosa um. Fyrst og fremst haldi eg vit mugu seta spurning við hvat kyn er. Vit kunnu bólka kyn í tvey, tað eina er okkara lívfrøðiliga kyn og hitt er okkara kynssamleiki. Okkara lívfrøðiliga kyn er soleiðis sum vit lívfrøðiligt eru fødd sum. Okkara kynssamleiki er soleiðis sum vit kenna okkum sum. Øll hava eitt lívfrøðiligt kyn og ein kynssamleika, um vit vilja tað ella ikki. Hjá teimum flestu samsvarar tað lívfrøðiliga kyni við kynssamleikanum hjá einum. Men hjá nøkrum ger tað ikki, og nógv av teimum ynskja at broyta tað lívfrøðiliga kyni soleiðis at tað samsvarar, hesi eru serliga tvørkynd (en.: transgender).

Hvat er løgfrøðiligt kynskifti?

Hetta kjakið snýr seg tó ikki um hormonir ella skurðviðgerðir, yvirhøvur! Hetta kjakið snýr seg um at fólk kunnu hava møguleika til at skifta sítt løgfrøðiliga kyn, also at kunna skifta sín kynsamleika á pappírinum. Eitt dømi er um ein tvørkyndur maður, also ein maður sum var føddur sum kvinna, ynskir at vera ein maður á øllum løgfrøðiligum og almennum samleikaprógvum, so kann hann skifta sítt navn, p-tal og kynsamleika. Tað er einans á pappírinum at ein skiftir kyn. Løgfrøðiligt kynskifti er ikki loyvi i Føroyum, og tað skal broytast.

Eins og í øllum vesturheiminum er hetta loyvi í Danmark. Sum nú er, kunnu øll í Danmark fáa eitt løgfrøðiligt kynskifti um tey eru yvir 18 ár. Ætlanin hjá samgonguni í Danmark er nú at strikað markið, soleiðis at øll børn undir 18 ár kunnu fáa eitt løgfrøðiligt kynskifti, við váttan frá verja um tey eru undir 15 ár. Hetta merkir IKKI at nýføðingar kunnu skifta løgfrøðiligt kyn, tí barni skal sjálvandi geva samtykki, og tað kann ein nýføðingur jú ikki. Grundin til at Danmark ikki setur eitt mark á, er tí at tað er jú ymiskt hjá øllum børnum nær tey leita sær í eitt annað kyn.

Hvat eru tey konservativu bangin fyri?

Christian Andreasen skrivaði herfyri at Mette Frederiksen hevur mist bæði vit og skil tí nú skulu nýføðingar kunna hava møguleikan til at skifta sítt løgfrøðiliga kyn. Christian Andreasen ánar ikki hvat hann tosar um tá hann heldur at nýføðingar fara at kunna fáa eitt løgfrøðiligt kynskifti, sjálvandi fara tey ikki at kunna tað. Og hann burdi eisini vita at foreldrini ikki bara kunnu taka samtykki frá barninum og geva tí tað kynið sum tey hava hug til at tað skal vera? Tað er púra burturvið!? Tað gevur onga meining hjá Christian Andreasen at øsa seg.

Tey konservativu rópa um at børn skulu sleppa at vera børn og ikki hugsa um kyn. Men kyn er longu ein so stórur partur av okkara samfelagið at vit sleppa ikki undan. Heilt frá tí at børn vera fødd vera tey proppaði við kynsnormum, blátt ella pink, barbie ella spiderman, sterkur ella pen, hesin mátin at síggja kyn uppá er ekstremt vandamikil fyri trivnaðin hjá børnunum og kann hava ógvusligar avleiðingar fyri okkara samfelag, tí vit beinleiðis uppdeila samfelagið í tvey, ið kann elva til at børn frá heilt ungum aldri síggja at tað er stórur sosialur munur á teimum lívfrøðiligu kynunum at tað kann elva til sexismu tá tey gerast vaksin.

Tað at kyn kann vera nakað mann sjálvur ræður fyri sum barn, er nemliga at lata tey vera børn og at úttrykkja seg og liva soleiðis sum tey hava hug til. Tvørkynd børn vera konfronteraði við teirra kyn frá tí tey eru heilt ung, tá tey t.d skulu ferðast og skulu ígjøgnum passkontrol og finna útav at tað kyni sum tey kenna seg sum hóskar ikki til tað sum stendur á pappírinum. Nú fáa donsk børn møguleikan at vera tann, tey eru – eisini á papíprinum, hendan møguleikan eiga føroysk børn eisini at hava.

Pól Jóhannus Toftegaard Larsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo