Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Aksel. V. Johannesen, løgmaður, ætlar, at tær bøtur, sum verða skrivaðar á yvirtiknum málsøkjum, framyvir skulu fella í landskassan og ikki í ríkiskassan.

Hetta framgongur í svari frá løgmanni í dag uppá §52a fyrispurning frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni.

- Tá talan er um bøtur á yvirtiknum málsøkjum, eiga hesar sjálvsagt at fella til landskassan. Tí tók eg longu málið upp við danska forsætisráðharran á fundi í Keypmannahavn hin 2. oktober í fjør. Eg kom við eini áheitan um, at samráðingar verða tiknar upp um eitt øðrvísi býti av sektum millum ríkiskassan og landskassan, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Á fundinum varð avtalað, at Løgmálaráðið og danska Justitsministeriet umrøða hesi viðurskifti nærri.

Samráðingar verða væntandi tiknar upp í næstum.

Svarið hjá løgmanni kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo