Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mær vitandi klára tey ikki at fylla kirkjurnar í Havn. Tað er nokk mest til brúdleyp, barnadóp, jarðarferð og jólagudstænastu, at fólk brúka kirkjuna. 

Og Jesus hevði neyvan verið serliga glaður fyri hesar kirkjurnar, sum hava meir til felags við luksus og materialismu enn sjálvan boðskapin hjá Jesus.

Hann segði jú, at um onkur hevur meir brúk fyri tínum pengum enn tú sjálvur, so skalt tú geva viðkomandi tínar pengar.

Og tá gevur tað ikki meining við stórum marglætisbygningum, meðan meir og meir føroyingar stríðast við at fáa alt at hanga saman. 

Hetta er stikk mótsatt av tí, sum Jesus prædikar, og tí skal ongin luksus kirkja byggjast við Sandá. Jesus hevði sjálvur takkað nei.

“Jesus segði við hann: «Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!"

… hattin av fyri Frelsunar Herinum tó. Tey krevja onga stóra kirkju ella luksus.  Og tey geva teimum fátæku og taka sær av teimum, sum ongin annar skoytur um.

Hergeir Staksberg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo