Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spyr um danski verjumálaráðharrin var kunnaður um amerikanska herflogfarið, ið fleyg lágt yvir oyggjarnar tann 5. august.

Tíðliga seinnapartin 5. august kom ein óvæntaður gestur flúgvandi inn yvir Føroyar. Millum annað var flogfarið at síggja yvir Havnini og inni á Skálafjørðinum. Mong løgdu hetta til merkis og á sosialu miðlunum sóust hópin av myndum og upptøkum.

Hvørki Uttanríkisráðið ella Arktisk Kommando fingu nakra fráboðan ella kunning, áðrenn fremmanda hernaðarflogfarið fleyg lágt millum oyggjarnar.

Seinni frættist, at talan var um eitt amerikansk hernaðarflogfar. Amerikonsk hernaðarflogfør hava diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi, og breið semja er í politisku skipanini, at hernaðarflogfør og kavbátar eru vælkomnir at nýta føroysku firðirnar og føroyska loftrúmi. Treytin er tó, at viðkomandi myndugleikar í Føroyum verða beinleiðis kunnaðir áðrenn slíkt fer fram.

Veruleikin er tann, at avgerðin um at nokta ella játta hernaðarflogførum atgongd til føroyskt loftrúm ikki liggur hjá uttanríkisráðnum. At Føroyar skulu kunnast, er tí ikki eitt juridiskt, men eitt politiskt krav. Tí spyr fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin, Sjúrður Skaale, um danska verjumálaráðið var kunnað um flúgvingina tann 5. August.

Spørgmålets ordlyd:
Var forsvarsministeriet orienteret om det amerikanske militærfly der fløj meget lavt over Færøerne den 05.08?

Skriftlig begrundelse:
Tidligt eftermiddag den 05.08 kom en uventet gæst flyvende meget lavt over Færøerne. Der var tale om et amerikansk militærfly, en Lockheed C-130 Hercules, som kunne ses bl.a. over Tórshavn og Skálafjørður. Hverken Arktisk Kommando eller et færøske udenrigsministerium fik nogen meddelelse eller blev informeret om det amerikanske militærfly. Amerikanske militærfly har diplomatisk tilladelse at flyve i færøsk luftrum, og formelt ligger afgørelsen om at bekræfte eller nægte militærfly adgang til færøsk luftrum ikke hos det færøske udenrigsministerium, men landsstyret har bedt om at blive orienteret før det sker. Det skete dog ikke i dette tilfælde. Den færøske regering er fuldt indstillet på, at der kommer til at være en øget militæraktivitet i NATO-regi på Færøerne. Det modsætter man sig heller ikke. Men man har sat den betingelse, at de færøske myndigheder bliver informeret først. Spørgsmålet, mange stiller sig, er om de danske myndigheder blev orienteret, men forsømte at orientere landsstyret.

Les eisini:

VIDEO Hernaðarflogfar flýgur lágt yvir Føroyum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo