Zlatan Ibrahimovic er helst ikki liðugur í Manchester United kortini.
Sambært Mirror fær Zlatan boðið eina avtalu við felagið, tá ið hann er frískur eftir knæskaðan.
Sviin venur nú á venjingaranlegginum hjá Manchester United, Carrington, og Mirror skrivar at Ibrahimovic og felagið eru samd um at hann skal fullføra rehabiliteringina við stuðli frá venjaratoyminum hjá Manchester United.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo